Jákup helt málið púra tætt

Herfølge stóð seg best av donsku liðunum í UEFA Cup, og nú bendir alt á, at teir fara at halda fram í kappingini

Í gjár hvíldu teir í Herfølge seg. Tað høvdu teir væl uppiborið, og tað er ikki at undrast á, at lagið verður sera gott, tá FCMidtjylland kemur at vitja í morgin. Spurningurin er bara, um Jákup Mikkelsen og liðfelagarnar hava fingið løtt battaríini aftur og savna tankarnar, eftir at teir hóskvøldið stóðu seg ógvuliga væl í UEFA Cup.

Herfølge var í Stokholm og spældi á tjóðarleikvøllinum, Råsunda. Mótstøðuliðkið var AIK, og tað fór kring alt Europa, at Herfølge hevði á útivølli vunnið 1?0. Málið fingu teir miðskeiðis í 1. hálvleiki, og tað var Jesper Falck, sum eftir ein stikkbólt fram ímillum lyfti hegnisliga upp um málverjan, Daniel Andersson, sum var á veg úr AIK málinum. Burtursæð frá teimum umleið hálvt hundrað Herfølge áskoðarunum, so gjørdist tað deyðatøgn ímillum teir 7.159 áskoðararnar.

Dysturin í Herfølge verður 28. september ella sama dag sum danir skulu gera av, um teir vilja hava evruna ella ikki. Tveir av stjørnuspælarunum hjá AIK, Andreas Andersson og Pontus Kålmark vóru skaddir hóskvøldið, og tað vóru tríggir aðrir stuðulsspælarar hjá IK eisini.

Men hóast hetta so verður mett, at Jákup og teir hava góðar møguleikar:

? Vit spældu akkurát, sum vit gjørdu í fjør, tá vit vunnu DM. Allir stríddust fyri allar. Vit vunnu nærdystirnar, og teir komu til ógvuliga fáar møguleikar, var metingin hjá John Faxe Jensen, sum ikki minst rósti miðverjuni og málverjanum, Jákupi Mikkelsen, fyri teirra stóra leiklut í tepra sigrinum.

? AIK hevði fáar upplagdar møguleikar, men tað tænir teimum aftastu til stórt rós, so tryggir teir vóru, segði venjarin, sum harvið eisini undirstrikaði, hvussu stóran týdning fótbóltsspælið hjá Jákupi hevur, tá tað verður spælt nógv aftur til málverjan.

Fyrr í summar varð Herfølge sent úr undankappingini til meistarakappingini. Herfølge tapti tvær ferðir 3?0 til Glasgow Rangers. Tað varð ikki mett at vera nakað serligt úrslit, tí Glasgow hevur tey seinnu árini bara verið eitt miðal europeiskt lið. Men í vikuni undirstrikaðu teir í Glasgow, at teir ætla sær ikki so lítið í ár. Á heimavøllinum vunnu teir 5?0 á eysturríkska Sturm Graz, og tað var ikki so lítið.


Stórt vónbrot

Trý onnur donsk lið vóru í altjóða ódnarveðrið hóskvøldið. Brøndby var einasta liðið á heimavølli, og teir vóru størsta vónbrotið. Osijek úr Kroatia, sum ikki verður mett at hava nakra serliga styrki, vann 2?1 á Brøndby stadion. Sigursmálið fingu kroatisku gestirnir eftir eitt óvanliga stórt málverjumistak. Eftir afturlegging legði Mogens Krogh bóltin fyri føturnar á einum av álopsmonnunum hjá gestunum.

AB, sum sendi B36 úr UEFA Cup, var í Prag í Kekkia, og har gekk teimum illa. Dukla Prag vann 3?0, og harvið tykist dreymurin hjá AB um framhald í UEFA Cup at vera lítið veruleikakendur.

Burtursæð frá Herfølge stóð Viborg seg best av donsku liðunum. Viborg er fyri fyrstu ferð við í europeiskum kappingum. Teir vóru í Moskva og spældu ímóti CSKA, og úrslitið var 0?0.


Úrslit: UEFA-Cup

Basel-Brann 3-2 (1-0)

Dmovice-1860 München 0-0

Ghent-Ajac 0-6 (0-2)

Kosice-Grazer AK 2-3 (0-0)

Lierse-Bordeaux 0-0

IFK Norrkøping-Slovan Liberec 2-2(1-0)

Rapid Wien-Ørgryte 3-0 (2-0)

Vasas-AEK Athen 2-2 (0-0)

Al. Vladikavkaz-Arnica Wronki 0-3 (0-1)

AIK Solna-Herfølge 0-1 (0-1)

Alaves-Gaziantepspor 0-0

Antalyaspor-Werder Bremen 2-0 (1-0)

Brøndby-Osijek 1-2 (1-1)

CSKA Moskva-MTK Hungaria 1-2 (1-0)

Celta Vigo-Rijeka 0-0

Celtic-HJK Helsinki 2-0 (2-0)

Chelsea-St Gallen 1-0 (1-0)

Club Brügge-APOEL Nicosia 1-0 (2-0)

Dunaferr-Feyenood 0-1 (0-0)

Gorica-AC Roma 1-4 (1-3)

Guegnon-Iraklis 0-0

Halmstads-Benfica 2-1 (1-1)

Kryvbas Kryvyi-Nantes 0-1 (0-0)

Lausanne-Sport-Torpedo Moskva 3-2 (1-2)

Leicester City-Crvena Zvezda 1-1 (1-1)

Lillestrøm-Dinamo Moskva 3-1 (2-1)

Lokomotiv Moskva-Neflochirnik 4-2 (2-1)

Molde-Rayo Vallecano 0-1 (0-1)

Napredak-OFI Crete 0-0

Olimpija Ljublana-Espanyol 2-1 (2-1)

PAOK Thessaloniki-Beitar Jerusal. 3-1 (1-1)

Partizan-Porto 1-1 (1-0)

Pobeda-Parma 0-2 (0-1)

Polonia Warsawa-Udinese 0-1 (0-0)

Rapid Bucharest-Liverpool 0-1 (0-1)

Real Zaragoza-Wisla Krakow 4-1 (1-1)

Roda-Inter Bratislava 0-2 (0-1)

Ruch Chorzow-Inter 0-3 (0-0)

Slavia Prag-AB 3-0 (1-0)

Slovan Bratislava-Dinamo Zagreb 0-3 (0-1)

Stuttgart-Heart of Midlothian 1-0 (1-0)

Tirol Innsbruck-Fiorentina 3-1 (2-0)

Vitesse Arnheim-Maccabi Haifa 3-0 (1-0)

Vorskla Poltava-Boavista 1-2 (1-0)

Zimbru Chisinau-Hertha Berlin 1-2 (1-1)

Zurch-Genk 1-2 (0-0)