Noreg
Tað gongur skjótt upp og niður í fótbólti. Tað hevur stutta tíðarskeiðið hjá Jákupi Mikkelsen í Molde verið góð áminning um. Tá Jákup fyrr í summar kom til Noregs, var nógvur turbulensur í felagnum hjá honum. Fleiri spælarar vóru farnir aðra staðni, tað varð funnist at venjaranum, og leiðslan í Molde stóð eisini fyri skotum.
Tá var Molde umleið í miðjuni í tippuliguni, og dreymurin um altjóða fótbólt tóktist vera ein hvørvisjón.
Eftir at Jákup var komin gekk tað einki serligt nakrar ferðirnar, og eftir at sjey mál vóru farin ígjøgnum í tveimum dystum, gjørdi svenski venjarin, Gunde Bengtson, av, at nú var tíð at seta Jákup á beinkin. Orsøkina segði venjarin vera, at Jákup ikki hevði megnað at vent óhepnu gongdini, sum alt árið hevði verið, at mótstøðumenninir skoraðu eina rúgvu av málum í sambandi við deyðbóltsstøður.
Vent í holuni
Sunnudagin var Molde á tjóðarleikvøllinum í Oslo. Bæði hjá Molde og hjá Jákupi Mikkelsen er nú aftur púra vent í holuni. Á tjóðarleikvøllinum megnaði Jákup Mikkelsen at halda tætt. Fyri fjórðu ferð á rað vann Molde. Hesa ferð vunnu teir 2?0, og nú eru teir farnir at tosa um bronsukrónurnar og Europa Cup luttøku.
Í fyrsta umfari er Molde komið fram á fjórða plássið, og talan er um stórar avbjóðingar í fýra teimum síðstu umførunum. Komandi vikuskifti verður ikki spælt í tippuliguni, tí tá verður eitt umfar í steypakappingini á skránni.
Annan sunnudag fær Molde vitjan av Lillestrøm, ið er einasta felagið, sum roynir at hanga í toppliðnum Rosenborg. Vikuskiftið eftir dystin ímóti Lillestrøm verður ikki spælt í landskappingini, tí tá verða nógvir EM undankappingardystir á skránni. Eitt nú skulu Jákup Mikkelsen og Føroyar spæla í Slovenia.
Trý tey seinastu vikuskiftini í oktober verður sluttspurturin í Noregi, og tá skulu Molde og Jákup standa sína roynd. Teir skulu spæla á útivølli ímóti Stabæk, á heimavølli ímóti Brann úr Bergen og á útivølli ímóti Viking úr Stavanger.
Hollur íslendingur
Sunnudagin var leingi talan um einki serligt avrik á Ullevål. Fyrsta tíman sást millum lítið og einki til stórspælið, sum Molde sýndi, tá teir smurdu Odd Greenland av, og Lyn megnaði ikki at seta Jákup Mikkelsen á serligar royndir.
Men so var tað, at Gunde Bengtson gjørdi av at seta nýggja íslendska álopsspælaran á vøllin. Andri Sigthorsson sýndi enn eina ferð, at tað er stórur fongur í honum, og lítil ivi man vera um, at hann verður millum teir fyrstu ellivu, tá Molde skal spæla ímóti Lillestrøm. Á tímaslagnum legði hann upp til leiðslumálið, sum Magne Hoset skoraði, og tá tað restaðu átta minuttir býttu teir báðir um, so tað var íslendingurin, sum skoraði, meðan norðmaðurin legði upp. Magne Hoset varð mettur at vera besti maður á vølli. Norskir fjølmiðlar vita at siga, at fronsk feløg vilja rinda upp til 30 milliónir fyri at fáa unga mannin, sum skoraði fyri sættu ferð á rað, at spæla fyri seg.
Lítla umrøðu
Luturin hjá málverjanum er ofta lítið takksamur. Tá tað gongst illa, verða øll eygu vend ímóti honum, og tað verður spurt, um hann ikki kundi havt bjargað oftari. Tá tað gongst væl, eru tað teir fremri á vøllinum, sum fáa heiðurin.
Fyri avrikið ímóti Lyn gav stóra dagblaðið VG Jákupi eitt 5 tal. Hetta var sama skoðsmálið, sum tríggir av liðfeløgunum eisini fingu. Tríggir fingu eitt 6 tal, tveir fingu trý, og Magne Hoset varð sagdur at vera besti maður á vøllinum, og tað fekk hann eitt 8 tal fyri.