Jákup á Dul Jacobsen hevur enn einaferð verið úti um seg á amerikanska partabrævamarknaðinum.
Íslendska Morgunblaðið skrivar í dag, at Jákup nú hevur keypt ein ognarpart áljóðandi 600 mió kr. í amerikonsku fyritøkunum Pier 1 og the Pier. Hetta eru fyritøkur, sum selja búnýti av ymsum slag. Ognarluturin hjá Jákupi í felagnum er 9,9%.
Pier 1 varð stovnað í California í 1962, og rekur handilsketan í dag 1.200 handlar í USA, Canada, Mexico og í Stórabretlandi. Umsetningurin hjá fyritøkuni var í fjør knappar $ 2 mia.