Jákup Mørkøre skuldi havt tagt

Landssýrismaðurin í heilsumálum kolldømir uppskotið hjá sjúkrahúsleiðaranum um, hvussu Landssjúkrahúsið skal rekast næsta ár. Men tað slepst neyvan heilt undan uppsagnum

?Enn vita vit ikki, hvussu støðan verður á Landssjúkrahúsinum komandi ár.

? Tí er tað óheppið, at sjúkrahúsleiðarin longu alment hevur boðað frá, at 40 fólk skulu sigast upp næsta ár.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrsmaður í heilsumálum, dylir ikki fyri, at hon er misnøgd við tað, sum Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, herfyri førdi fram í Dimmalætting um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum komandi ár.

Jákup Mørkøre førdi fram, at játtanin, sum landsstýrið hevur skotið upp, at Landssjúkrahúsið skal fáa næsta ár, fer at føra tað við sær, at eini 40 fólk verða søgd úr starvi.

Hann vísti á, at í løtuni fer 83% av útreiðslunum hjá Landssjúkrahúsinum til lønir.

Hetta fekk hann at sammeta Landssjúkrahúsið við eitt røktarheim.

Á øðrum sjúkrahúsum fara 60-70% av útreiðslunum til lønir.

Sostatt helt sjúkrahúsleiðarin, at næsta ár verður tað neyðugt at taka frá lønarpartinum til útgerð og tilfar, sum skurðviðgerðir og annað, før við sær, tí annars verður ikki ráð til nógva viðgerð.

Hann segði, at lønarparturin mátti niður á eini 70% av samlaða rakstrinum.

Tað merkir, at einar 10 milliónir skulu sparast í lønum, og avleiðingin av tí verður, at eini 40 fólk skulu sigast upp.


Skuldi heldur tagt

Helena Dam á Neystabø er ógvuliga misnøgd við, at sjúkrahúsleiðarin fer alment út við einum slíkum boðskapi, áðrenn nakað sum helst er avgjørt.

Hon sigur, at hon er greið yvir, at Landssjúkrahúsið næsta ár ikki hevur fingið fult endurgjald fyri lønarhækkingirnar í vár, og at okkurt tí skal gerast.

?Tað, sum sjúkrahúsleiðarin førir fram, er hansara uppskot til, hvussu Landssjúkrahúsið verður skipað.

? Men málið er til viðgerðar. Og vit kunnu ivast í, hvussu óheppið tað er at koma við einum slíkum boðskapi, áðrenn tann viðgerðin er liðug.

Helena Dam á Neystabø vil ikki siga, at hon hevur givið Jákupi Mørkøre eina ábreiðslu.

Men hon sigur, at hevur boðað honum frá, at so leingi eitt slíkt mál er til viðgerðar, eigur tað at fáa tann frið, sum er neyðugur fyri at loysa tað.

? Hvussu arbeiðið verður skipað á Landssjúkrahúsinum, fari eg ikki at meta so nógv um, fyrrenn viðgerðin er liðugt.

? Fyrrenn tað er liðugt er tað skeivt at hótta alment við uppsagnum.

? Men at lovað, at ongin verður sagdur úr starvið, tað kann eg heldur ikki, tí heilt undan uppsagnum, sleppa vit kanska ikki.

Um tað so kann avgreiðast við nátúrligari frágongd, er ein møguleiki, sum vit ikki skulu síggja burtur frá.

Annars veldst tað sjálvandi eisini um, hvørja lagnu fíggjarlógin fær í løgtinginum.

Men Helena Dam á Neystabø tekur uppaftur, at so stórar avgerðir, sum hetta, eiga at verða viðgjørdar meiri, áðrenn ótti verður lopin á bæði starvsfólk og sjúklingar við hóttanum um hópuppsagnir.


Verður ikki sett í verk

Helena Dam á Neystabø sigur, at nú er tað spurningurin, hvussu arbeiðið á Landssjúkrahúsinum verður skipað sum frægast, so at tær óhepnu avleiðingarnar verða so fáar sum gjørligt.

Og hon ger púra greitt, at uppskotið hjá sjúkrahúsleiðaranum verður ikki sett í verk.

?Tað er ómøguligt at seta tað í verk við so stuttum skotbráið.

? Tað er heldur ikki serliga skilagott.

? Eitt annað er, at í longdini er tað onki at ivast í, at vit skulu hava lønarpartin longur niður.

? Men at gera tað uppá eitt ár, er ómøguligt.

? Tað er ein arbeiðsgongd, sum skal leggjast nógv betri til rættis.

? Tí høvuðsmálið má altíð vera at vit varðveita eitt fjølbroytt viðgerðartilboð á ein slíkan hátt, at sjúklingar ikki skulu standa í longum bíðirøðum.

Og hon er langt frá samd um, at Landssjúkrahúsið er við at blíva eitt røktarheim.

? Tað hevur eitt ógvuliga fjøltáttað tilboð av viðgerðum.

? Men tað er púra rætt, at hvat amboðum, hølum og tólum viðvíkur, er tað illa fyri.

?Og tað noyðast vit at taka í ramasta álvara.

? Tí tann dag, vit hava brúk fyri hesi tænastu, vilja vit fegin hava, at tað virkar.

?Men næsta ár hevur landsstýrið valt at raðfesta aðrar íløgur, sum eisini hava hópað seg upp, eitt nú Sandoyarskip og vaktarskip. Men tær verða lidnar komandi ár. Og eg havi eina væl grundaða vón um, at Landssjúkrahúsið verður raðfest ovarliga eftir tað, sigur Helena Dam á Neystabø.