Jákup Mikkelsen fær ikki spælt

Fótbóltur: Ólavsøkuskaðin heldur hetta vikuskiftið landsliðsmálverjanum burtur frá liðnum hjá Herfølge

Hann hevur verið álitið hjá Herfølge í hvørjum tí einasta landskappingardysti í langa tíð, men í morgin, tá svongu OB'ararnir koma úr Odense og til Herfølge, fer Jákup Mikkelsen at sita millum áskoðararnar.

? Eg havi gingið til viðgerðar alla vikuna, og eg havi ikki vant saman við hinum. Tað er greitt, at eg kann ikki spæla móti OB í morgin, og tað er avgjørt, at eg skal halda meg burtur frá venjingini til mikudagin í komandi viku.

Hetta segði Jákup Mikkelsen, tá vit høvdu hann í telefonini fyrrapartin í gjár. Og í Herfølge fjala teir ikki yvir, at tað er dyggur smeitur hjá teimum, at Jákup Mikkelsen ikki verður millum stólparnar í morgin.

? Eg kundi kanska spælt, tí skaðin, sum eg fekk ólavsøkuaftan, plágar meg lítið og einki. Men tú skalt vera varin, tá talan er um sovorðnar skaðar, tí ofta vísir tað seg, at tað tekur langa tíð at koma fyri seg aftur, um tú í fyrstu atløgu ikki ert nóg tolin, og skaðin í lærkrikanum so ger um seg aftur, sigur Jákup Mikkelsen.

Í einum kappingarári í superliguni eru 33 landskappingardystir. Í fjør vardi Jákup Mikkelsen málið hjá Herfølge allar 33 ferðirnar á tamb. Tá hann noyddist at taka seg úr dystinum móti AGF í Aarhus síðsta vikuskifti, kom ein 35 ára gamal old boys málverji í málið. Í morgin verður tað eykamálverjin hjá Herfølge, sum fær møguleikan at vísa, hvør dugur er í honum. Hann er 23 ára gamal og eitur Claus Udengaard. Hann hevur áður roynt seg í Brøndby, har hann ongantíð kom í nánd av besta liðnum.

Tá Herfølge í fyrsta umfarinum í landskappingini spældi á heimavølli móti AaB, vóru ikki so fáir føroyingar, sum høvdu valt at fara úr Keypmannahavn og til Herfølge at síggja føroyska málverjan royna seg. Tað kann væl hugsast, at tað eru onkrir, sum hava ætlanir um at gera tað sama í morgin. Um onkur veit um onkran, so kann heilsan berast frá Jákupi, at hann verður ikki á vøllinum móti OB.