Jákup Mikkelsen, sum hevur verið fyrsti málverji á landsliðnum í meiri enn eitt ár, verður ikki í føroyska málinum mikukvøldið, tá Føroyar og Ísland fara at spæla landsdyst í Gundadali.
Fyrrapartin í gjár gjørdi Allan Simonsen, landsliðsvenjari, av at senda boð eftir Sunvardi Joensen. Hann verður ivaleyst á beinkinum, meðan undangongumaðurin hjá honum í GÍ málinum, Jens Martin Knudsen, skal verja føroyska málið. Jens Martin misti fyri einum ári síðani málverjuplássið, sum hann so at siga hevði havt alla tíðina síðani 1988.
Jákup Mikkelsen hevur vant við Herfølge í vikuni, og tað var ætlanin, at hann skuldi verja málið, tá teir í morgin skulu spæla í Lyngby. Men undir venjing hósdagin versnaði skaðin, sum síðsta sunnudag helt honum burtur úr málinum hjá Herfølge, og í gjár noyddist hann at senda avboð til landsliðsvenjaran.