Jákup og Jákup fara um teir 50

Ímóti Italia verður Jákup á Borg sjeyndi føroyingurin, sum røkkur hálvt hundrað landsdystum, og møguleiki er fyri, at Jákup Mikkelsen ímóti Skotlandi røkkur sama dystartalinum

Fótbóltur

 

Tá ið føroyska landsliðið leygarkvøldið fer í eldin ímóti italsku heimsmeistarunum, verður tað 50. ferðin, at Jákup á Borg fer at umboða føðilandið. Tá ið Føroyar mikukvøldið í næstu viku fara at spæla á heimavølli ímóti Skotlandi, verður tað 50. ferðin, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið fyri Føroyar.

Jákup á Borg verður tann sjeyndi, og Jákup Mikkelsen verður tann áttandi føroyingurin, sum fer at røkka 50 landsdystum. Teir, sum higartil hava rokkið so nógvum dystum, eru Óli Johannesen (80), Jens Martin Knudsen (66), Julian S. Johnsson (63), John Petersen (57), Allan Mørkøre (54) og Øssur Hansen (51).

Jákup á Borg spældi fyrstu ferð á landsliðnum í 1998. Tann 19. august hetta árið, sendi Allan Simonsen Jákup, sum tá umboðaði barndómsfelagið B36, á vøllin í Sarajevo, tá ið tað restaðu tólv minuttir. Jákup loysti Una Arge av. Bosnia vann 1-0.

Føroyar hava, síðani Jákup var við fyri fyrstu ferð, spælt 58 landsdystir. Tað vil við øðrum orðum siga, at Jákup á Borg síðani tá hevur verið við mest sum hvørja ferð. Undantakið var, tá hann gav avboð til eina venjingarlegu av arbeiðsávum, og tá skaðar ella leikbann hava forðað honum at spæla.

Jákup á Borg er føddur 26. oktober í 1979 og harvið 27 ára gamal, og hann hevur umboðað B36, OB og HB á landsliðnum.

 

20. árið

Føroyska landsliðið er komið væl inn í sítt 20. ár í altjóða fótbólti. 24. august 1988 spældu Føroyar fyri fyrstu ferð, eftir at altjóða limaskapurin var vorðin veruleiki. Søguliga uppgerðin var ímóti grannunum fyri vestan. Ísland vann vinardystin í Akranesi 1-0.

Higartil eru 111 landsdystir spældir. Tann síðsti var í Tbilisi í Georgia, har Føroyar leygardagin 28. mars taptu 3-1. Rógvi Jacobsen skoraði føroyska málið, tá ið hann í 57. minutti minkaði um munin til 2-1.

 

Jákup alla tíðina

Um alt gongur, sum tað verður vónað og roknað við, at tað skal gera, so fer Jákup Mikkelsen at verja føroyska málið bæði leygarkvøldið ímóti Italia og mikukvøldið ímóti Skotlandi.

Jákup Mikkesen var við í Akranesi 24. august 1988. Tá sat 18 ára gamli KÍ unglingin alla tíðina á beinkinum. Jens Martin Knudsen var málverji. Nógvu tær næstu ferðirnar vóru ikki landsliðsboð eftir Jákupi, tí Kaj Leo Johannesen varð úttikin saman við Jens Martini.

Síðani 1992 hevur Jákup verið fast inventar á landsliðnum. Eingin hevur víst sovorðið tol at bíða eftir møguleikanum, sum Jákup Mikkelsen hevur gjørt tað. 2. juli í 1995 spældu Føroyar og Ísland á Neskaupstaðum á Eysturlandinum. Tað var fyrsta ferðin, at Jákup vardi føroyska málið. Íslendingar vunnu vinardystin 2-0.

Jákup Mikkelsen er føddur 14. august 1970 og sostatt 36 ára gamalur. Hann man vera ein av spælarunum, sum hevur umboðað flest feløg á landsliðnum. Umframt barndómsfelagið KÍ og B36, sum hann nú spælir við, hevur Jákup verið landsliðsspælari fyri Herfølge í Danmark, Molde í Noregi og Partick Thistle í Skotlandi.

Næstu spælararnir, sum hava møguleika at røkka hálvt hundrað landsdystum, eru Fróði Benjaminsen og Rógvi Jacobsen. Teir hava báðir spælt 42 landsdystir. Fróði Benjaminsen er leikbannaður leygarkvøldið, tá ið Rógvi Jacobsen fer at spæla fyri Føroyar fyri 43. ferð.