Jákup Símun vann við einari atkvøðu

Aftan á fínteljingina í Tórshavnar kommunu var bara ein atkvøða á muni millum Jákup Símun Simonsen og Hildur Eyðunsdóttir Fínteljingin eftir kommunuvalið í Tórshavnar kommunu týsdagin flutti tvær atkvøður, ið gjørdi kappingina millum tvey valevni á lista E enn meiri spennandi.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Valkvøldið vóru tríggjar atkvøður á muni millum Jákup Símun Simonsen og Hildur Eyðunsdóttir á lista E. Fínteljingin staðfesti at bert ein atkvøða skilir valevnini hjá Tjóðveldi til kommunuvalið.

Jákup Símun Simonsen fekk 237 atkvøður og Hildur Eyðunsdóttir 236. Fínteljingin í Tórshavnar kommunu flutti sostatt einki valevni.

Tøl og tilfar frá kommuvalinum eru til skjals á heimasíðu býráðsins www.torshavn.fo.