TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinna tíman av sendingini "Sportboxin", har fótbóltspanelið var mannað við Jákupi Ósá, ítróttarskrivara hjá Norðlýsinum, og Leivi Frederiksen, ítróttartíðindamanni hjá Kringvarpi Føroya. Tróndur Arge var vertur og Heri Simonsen var tøkningur.
Tróndur Arge fekk Jákup og Leiv at meta um effodeildina 2017. Mett var lið fyri lið, og byrjað var frá oddinum í effodeildini 2016.
Jákup Ósá og Leivur Frederiksen eru alt annað enn samdir, tá teir skulu meta um hvar liðini enda á stigatalvuni aftaná lokið kappingarár 21. oktober í ár.
Tróndur spurdi eisini Jákup og Leiv um hvør verður ársins spælari, hvør fær ársins gjøgnumbrot, og hvør verður toppskjútti í effodeildini í ár.