Jákup Slættalíð: - Settu okkum sjálvar undir trýst

24 ára gamli Jákup Slættalíð hevur fyri tað mesta spælt á næstbesta liðnum hjá HB, men í ár hevur hann loksins fingið møguleikan á besta liðnum. Ímóti B36 bleiv hann innskiftur átta minuttir fyri leiklok og náddi hann at gerast stóra hetjan við at gera avgerandi málið.

- Vit vóru betri fram til teir fingu útvísingina. Tá settu vit okkum sjálvar undir trýst við at ikki vera góðir at halda uppá bóltin, heldur Jákup.
Hann fegnast um, at gongdin er vend í HB í mun til í fjør.
- Teir royndu leikararnir eru framvegis við og teir yngru leikararnir eru vorðnir eitt ár eldri, umframt at onkur er komin afturat. Vit hava sett okkum fyri bara at spæla okkara spæl, og so skulu málini nokk koma, sigur Jákup.
Eftir sigursmálið gjørdist satt rok og B36-leikararnir vildu vera við, at fríspark varð gjørt ímóti málmanninum. Soleiðis upplivdi Jákup málið.
- Tað kom eitt knallhart hornaspark frá Halli (Hansson, red.) og eg hoppaði bara upp og skallaði hann inn.
Vit spurdu, um hann einki varnaðist um eitt møguligt fríspark ímóti Meinhardti Joensen.
- Tað kann eg ikki siga nakað um. Eg hoppaði framum hann. Men teir vóru øgiliga ónøgdir, so har kann hava verið okkurt, sigur 197cm høgi Jákup Slættalíð, sum altso var hægstur í feltinum og avgjørdi dystin.