Jákup spøkir í Farum

Heimasíðain, bold.dk, skrivar, at Christian Andersen og Farum hava sýnt áhuga fyri føroyska landsliðsmálverjanum

Útiseti

Sum vit áður hava nevnt, so gongur sáttmálin millum Jákup Mikkelsen og norska felag hansara, Molde, út 1. juli.
Hetta merkir, at Jákup Mikkelsen eftir hetta er fríttstillaður, soleiðis at hann ? um møguleikar eru til tess ? frítt kann fara til tað felag, sum honum lystir.

Gamalt fríggjarí
Sum vant í slíkum støðum, so verður dúgliga gitt, hvat nýtt felag talan kann verða um. Sjálvur hevur Jákup Mikkelsen ikki vilja sagt nakað sum helst um, hvar hann fer at verja málið eftir summarstegðin, men ábendingar hava áður verið um, at hann fer aftur til danskan fótbólt.
Norsk bløð skriva nú, at eitt av feløgunum, sum hava sýnt konkretan áhuga í Jákupi, er danska superligufelagið, Farum. Hetta er eisini eitt av teimum feløgum, sum vóru søgd at hava áhuga í Jákupi, tá hann fyri tveimum árum síðani skifti til Molde, so áhugin kann á ongan hátt sigast at vera nýggjur.
Støðan í Farum er í løtuni tann, at felagið í summar ivaleyst má siga farvæl við báðar málverjarnar í hópinum, og at felagið tí hevur tørv á nýggjum málverja. Enn hevur felagið ikki givið til kennar, hvørji nøvn teir hava í kikaranum, men sambært bold.dk eru heitastu evnini Jákup Mikkelsen og so Brian Jensen, sum áður hevur vart málið hjá West Bromwich Albion, tá hesir spældu í næst bestu ensku deildini.
Danska kappingin endar komandi vikuskifti, og ikki fyrr enn tá ætlar leiðslan í Farum at fara í holt við at leita eftir nýggjum leikarum, verður sagt. Farum er í løtuni á einum sera óvæntaðum fjórða plássi í donsku superliguni, og hava sostatt góðar møguleikar at sleppa út í Europa at kappast í heyst.
Sambært leiðsluni í Molde, so er talan ikki um nakra ónøgd, nú teir lata Jákup Mikkelsen fara.
- Eg vil gjarna undirstrika, at vit eru sera væl nøgdir við avrikini hjá Jákupi í felagi okkara. Hann hevur prógvað, at hann er ein góður málverji ? eisini í altjóða dystum. Í dystinum hjá Føroyum móti Týsklandi var hann jú besti maður á vøllinum, sigur ítróttarstjórin í Molde, Bertil Stranden.