Jákup stóran dag

B36 maðurin er 21. spælarin, sum hevur spælt 25 landsdystir, og á runda degnum skoraði hann fyri fyrstu ferð á landsliðnum

25 LANDSDYSTIR

Sunnudagin vóru fýra spælarar á vøllinum, sum ongantíð áður høvdu spælt á landsliðnum. Jan Ingi Petersen var við frá fyrsta bríksli. Harvið gjørdist hann 80. landsliðsspælarin í 85 altjóða skrásettum dystum. Í 2. hálvleiki kom Jónhard Frederiksberg inn í 46. minutti. Hann var fyrsti Skála spælarin á landsliðnum.
Símun Samuelsen úr GÍ kom inn í 61. minutti. Hann er føddur 21. mai 1985, og hann er tískil yngsti føroyski landsliðsspælarin nakrantíð. Jón Rói Jacobsen átti metið sum yngsti spælarin, og í kvøld fer metið at verða tikið frá Símuni Samuelsen, tá ið Ingi Højsted kemur á vøllin. Merkisvert var tað, at samstundis sum Símun var yngsti spælarin nakrantíð, so var Jens Martin Knudsen sunnudagin elsti landsliðsspælarin nakrantíð. Í sínum 57. landsdysti restaði Jens Martini ein mánað og fjúrtan dagar í 36 ár. Hann er føddur 11. juni í 1967. Munurin á elsta og yngsta spælaranum var altso átjan ár og 21 dagar ella meiri enn aldurin á Símuni Samuelsen!
83. føroyski landsliðsspælarin var Atli Danielsen úr KÍ, sum kom á vøllin í 66. minutti ímóti Kasakstan.

25 felagið
Jákup á Borg spældi sunnudagin fyri 25. ferð á landsliðnum. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum 19. august í 1998, tá ið Føroyar taptu 1?0 niðri í Bosnia. Ta ferðina avloysti Jákup á Borg í 78. minutti Una Arge.
Jákup er 21. spælarin, sum røkkur 25 landsdystum. Í kvøld kemur Hans Fróði Hansen upp í lítla felagið. Fyrstu spælararnir, sum rukku 25 altjóða skrásettum landsdystum, vóru Jóannes Jakobsen og Kári Reynheim. Tað gjørdu teir 8. september í 1993, tá ið Føroyar taptu 4?0 á heimavølli ímóti Rumenia. Hetta var í 26. landsdystinum. Jóannes hevði bara verið burtur frá í fyrsta dystinum, sum var í Akranesi 24. august í 1988, og Kári hevði verið burturi frá í 22. dystinum. Hann var skaddur, tá ið Føroyar taptu 3?0 í Belgia 22. mai í 1993.
Spælararnir, sum hava verið 25 og fleiri ferðir á landsliðnum, eru Óli Johannesen (59), Jens Martin Knudsen (57), Allan Mørkøre (54), Øssur Hansen (51), Julian Johnsson (48), Jens Kristian Hansen og John Petersen (44), Todi Jónsson (43), Jan C. Dam (39), Kurt Mørkøre og Uni Arge (37), Henning Jarnskor (35), Jan Allan Müller (34), Jákup Mikkelsen (28), Kári Reynheim, Tummas Eli Hansen og Magni Jarnskor (27), Pól Thorsteinsson (26), Jóannes Jakobsen, Jens Erik Rasmussen og Jákup á Borg (25).

Stórur dagur
Ofta verður sagt, at fótbóltsspælarar, sum hava rundan dag á vøllinum, ikki spæla nakað serligt. Soleiðis ber ikki til at siga um Jákup á Borg. Hann átti innleggið til 2?0 málið, sum liðfelagin í B36, John Petersen, skoraði, og hann átti hornasparkið, sum hevði við sær, at Føroyar fingu brotsspark og harvið møguleikan at skora til 1?0. Jákup á Borg skoraði sjálvur úr ellivu metrum. Jákup plagar at skora nógv mál fyri B36, men tað var ikki fyrrenn í 25. royndini, at hann skoraði á landsliðnum.
Málið hjá Jákupi var tað fimta, sum Føroyar hava fingið upp á brotsspark. Jan C. Dam skoraði tað fyrsta til 1?0 ímóti Íslandi, sum vann 3?2 í Gundadali 8. august í 1990, Øssur Hansen javnaði til 1?1 við brotssparki í 2?1 sigrinum á Malta 30. apríl í 1997, John Petersen minkaði um munin til 2?1 í Aberdeen 14. oktober 1998, og Jens Kristian Hansen skoraði einasta málið upp á brotsspark í heimasigrinum á Luksemborg 1. september í 2001.
Jákup á Borg er bara annar føroyski landsliðsspælarin, sum hevur skorað mál í 25. landsdystinum. Hin er Todi Jónsson. Hann var 25. ferð á landsliðnum, tá ið Føroyar vunnu 2?1 á Malta 30. apríl í 1997. Ta ferðina skoraði Todi sigursmálið við rimmar langskoti.