Jákup stórtrívist í OB

Føroyski landsliðsleikarin, Jákup á Borg, stórtrívist í nýggja felagi sínum, OB, hóast tað er truplari at koma á liðið, enn hann hevði væntað

Jákup á Borg hevur syrgt fyri nógvum yvirskriftum í føroysku fjølmiðlunum í vetur. Í novembur mánaða bleiv bumban slept, tá ið kunngjørt var, at Jákup skifti frá B36 til arvafíggindan HB, og fyri stuttum gjørdu HB og danska felagið OB leigusáttmála um Jákup, uttan at nakar miðil hevði varhugan av tí.

Sera væl móttikin
Jákup hevur nú verið í danska felagnum í tvær vikur. Í telefonini úr Danmark sigur Jákup á Borg, at hann er sera væl móttikin í felagnum, og hann hevur fingið nógva hjálp til at koma upp á pláss.
Fyrstu tíðina búði Jákup á einum gistingarhúsi í Odense, men fyri fáum døgum síðani útvegaði OB honum eini hús, ið hann og familjan kunnu búgva í, so leingi OB leigar Jákup frá HB. Í sambandi við at Jákup hevur fingið eini hús at búgva í, er familjan hjá honum eisini komin til Danmarkar. Fyrr í vikuni komu tey bæði, unnustan Sussie og sonurin Fríði, niður, so nú er alt perfekt, sigur Jákup á Borg. Húsini hoyra til gistingarhúsið, ið Jákup búði á, og tað er so mikið gott, at um tað treingir til at gerast reint, skulu tey bara ringja á gistingarhúsið, so kemur reingerðarfólk at gera tað.

Trupult at koma á liðið
Mánadagin leikti Jákup við á eykaliðnum hjá OB, sum spældi dyst móti Viborg. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og Jákup spældi allan dystin. Fyrstu 65 minuttirnar leikti Jákup á høgra bakki, sum er eitt heldur óvanligt pláss hjá honum at leika á, og teir seinastu 25 minuttirnar leikti Jákup á sínum vanliga plássi høgru megin á miðvøllinum.
Jákup sigur, at eftir hansara tykki gekk tað rættuliga væl at leika á høgra bakki, men tá ið hann var fluttur niðan á miðjuna at leika, var orkan so smátt farin at ganga undan,
Jákup á Borg væntar ikki, at pláss verður fyri honum í hópinum og tí gekk tað ikki eins væl á miðjuni, sum tað gekk á bakkinum. Jákup heldur, at støðið í donsku danmarksseriuni, har eykaliðið hjá OB leikar til dagligt, er rættuliga høgt. Í dystinum mánadagin høvdu bæði OB og Viborg nógvar spælarar úr superligahópinum á liðnum, og tí var støðið í tí dystinum ógvuliga høgt, helst hægri enn í 1. deild í Føroyum, sigur Jákup á Borg.
Hørð kapping er um plássini í OB, og Jákup ásannar, at tað er truplari at koma á liðið, enn hann hevði væntað. Venjarin hjá OB, Troels Bech, hevur sína fastu byrjunaruppstilling, og til dystirnar hevur hann einans tríggjar eykamenn við. Vanliga eru tað ein verjuleikari, ein miðvallaleikari og ein áleypari, sigur Jákup og leggur afturat, at hann berjist saman við einum trimum øðrum um plássið sum eyka miðvallaleikari. Jákup heldur tó, at eftir dystin mánadagin er kanska eisini ein møguleiki fyri at sleppa at royna seg á bakkinum, tí har hevur OB ikki nakra beinleiðis gardering fyri veteranin Steen Nedergaard, ið eigur tað plássið.

Andin er ikki tann sami
Jákup venur fótbólt hvønn dag í vikuni við undantaki av mikudegi, tá ið teir hava frí. Týsdagar og hósdag verður vant bæði fyrrapart og seinnapart, og tað er rættuliga strævið,sigur Jákup á Borg. Enn eri eg ikki heilt á hædd við hinar, hvat viðvíkur venjingarstøði, men tað er nær við,s igur Jákup á Borg, sum tó heldur, at tað hevur gingið heilt ótrúliga væl til venjingarnar. Venjingarnar eru harðar, og menn spara seg als ikki til venjing, tí tað ræður um at vísa venjaranum, hvør dugur er í einum, sigur Jákup.
Eitt saknar Jákup tó í sambandi við venjingarnar, og tað er andin í umklæðingarrúminum, soleiðis sum hann kennir tað úr Føroyum. Í Føroyum verður tað altíð skemtað og spælt hund í umklæðingarrúminum, meðan tað her niðri er ein heilt annar andi, har menn eru meiri tigandi og ikki koma hvørjum øðrum so nær, sigur Jákup á Borg. Ikki tí, teir allarflestu eru ógvuliga blíðir og fyrikomandi, og til dømis eru tað nógvir, ið bjóða seg fram at koyra meg heim eftir venjing, sigur føroyski landsliðsleikarin.

Neyvan við móti Brøndby
OB fekk eina frálíka byrjan upp á seinnu helvt av kappingini í superligaini, tá ið liðið sunnudagin á heimavølli vann 4-0 á FC Midtjylland, og komandi vikuskifti er tað oddaliðið Brøndby, ið kemur á vitjan í Odense. Brøndby hinvegin fekk ein serstakliga vánaliga byrjan, tá ið teir sunnudagin á heimavølli taptu heili 1-6 móti hinum oddaliðnum úr Esbjerg. Hetta var størsti ósigur hjá Brøndby á heimavølli í 27 ár!hjá OB til dystin móti Brøndby, men tað er als ikki nakað vónbrot fyri unga havnarmannin. Hann ætlar sær bara at hanga í til venjing, og so er bara at taka av møguleikanum, tá ið hann einaferð kemur, sigur føroyski landsliðsleikarin í OB.