Kanska var dysturin í gjár samstundis eitt farvæl til Jákup Mikkelsen á altjóða pallinum.
Í øllum førum vildi hann ikki gera nakra sum helst staðfesting um 2009, tá vit høvdu orðið á hann eftir dystin í Kaunas.
- Eg veit ikki, um eg verði partur av liðnum tá. Tað er ein støða, sum eg fari at umhugsa í vetrarsteðginum, og so fáa vit at síggja, hvussu úrslitið av hesm verður, sigur Jákup Mikkelsen.
-mørk