Nú skal ikki meiri leggjast í tað, enn tað var, men tíðliga fyrrakvøldið fóru tíðindini sum eldur um danska fótbóltsheimin, og tá tveir teir fremstu av okkara fótbóltsmonnum vóru uppií, so er tað ikki meiri enn rímuligt, at vit taka tað við.
FCK og Herfølge hittust í venjingardysti á Frederiksberg, og Jákup Mikkelsen og hansara menn vunnu 6-0 á Toda Jónsson og hansara monnum.
At áhugin fyri hesum fyrsta venjingardystinum á árinum hjá báðum liðunum var so stórur í fjølmiðlaheiminum og millum áskoðarar komst av, at hetta var fyrsta ferðin, at Brian Laudrup spældi við FCK, og at hetta var fyrsta ferðin, at Christian Andersen hevði ábyrgdina av stórfelagnum í høvuðsstaðnum, sum av mongum ? millum annað av føroyska landsliðsvenjaranum Allani Simonsen ? verður mett at vera fremsta boðið upp á meistaraheitið 1999.
Sum vanligt verður ikki roknað nakað serligt við Herfølge, og sum teir plaga, so tykjast teir í Herfølge ætla sær at gera um seg.
Jákup Mikkelsen stóð í málinum allar 90 minuttirnar. Í 1. hálvleiki hevði hann eina bjarging, og í 2. hálvleiki hevði hann sera lítið at gera. Tað var kalt í Keypmannahavn, og tí er ikki ilt at ímynda sær, at fremsta uppgávan hjá føroyska landsliðsmálverjanum var at halda hitanum.
Herfølge spældi, sum teir plaga at gera móti FCK. Teir dúvaðu uppá kontraálopini, og tá heimaliðið ikki tók verjupartin í serliga stórum álvara og gjørdi fleiri mistøk, so var lag á manni at skora mál. Tvey fóru ígjøgnum í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki fóru fýra ígjøgnum hjá nýggja FCK málverjanum, Thomas Gill.
Alla tíðina
í sama geari
Christian Andersen hevur 24 spælarar í FCK hópinum, og hann hevði gjørt av, at 20 skuldu spæla móti Herfølge. Todi Jónsson var í byrjunaruppstillingini. David Nielsen var álopsfelagi hjá Toda, Brian Laudrup spældi aftanfyri teir báðar, og Peter Nielsen, liðformaðurin, var á miðvøllinum. Teir vórðu allir fýra skiftir út í steðginum.
Um spælið hjá FCK verður sagt, at teir trillaðu nógv tvørturum og aftureftir, og teir megnaðu ikki at gera nakað óvæntað. Tí var lætt hjá Herfølge at verja.
Í gjár fóru Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge til Lasanta Sport. Teir steðga í eina viku í Spania. Talan er partvís um frítíðarferð og partvís venjing. 28. februar ? um somu tíð sum landsliðið skal á venjingarlegu ? skal Herfølge taka lut í einari kapping í La Manga í Spania. FCK skal eisini taka lut í einari kapping í Spania um hetta mundið. Ætlanirnar hjá Herfølge og FCK hava við sær, at hvørki Jákup Mikkelsen ella Todi Jónsson vera við í landsliðsferðalagnum, sum fer á venjingarlegu.