JÓL
Elin Winther Poulsen
Nú eru jólini í hondum, og eisini her í Los Angeles verður stákast óført til høgtíðina. Seinasta hósdag í oktober mánaði halda vit Thanksgiving. Fyri flestu amerikanarar man henda høgtíð vera ein hin týdningarmiklasta á árinum, og hetta vikuskiftið fara sera nógv fólk út at ferðast, tey flestu heim til familjuna at eta kalkun og hátíðarhalda Thanksgiving. Upprunaliga vóru tað fyrstu niðursetufólkini, ið hildu Thanksgiving at takka fyri fyrsta heystið og grøðina, og einki átrúnaðarligt er tengt at høgtíðini. Hetta merkir, at allir amerikumenn framvegis kunnu savnast um júst hesa høgtíðina, tí í Ameriku, og serliga her í Los Angeles, eru sera nógv ymisk fólkasløg savnað, og sostatt eisini nógvar religiónir. Tí eru eisini nógv, ið als ikki halda jól.
Í Westwood, her vit búgva, og í Beverly Hills búgva sera nógvir jødar, og í skúla og barnagarði, har okkara børn ganga, er helvtin av børnunum jødar. Jødarnir halda, sum vera man, ikki jól, og børnini hoyra einki um jólaboðskapin í skúlanum. Tað er, heilt einfalt, ikki loyvt at undirvísa børnum í átrúnaðarligum evnum, og tey fáa t.d. ikki jólafrí, men vetrarfrí. Og fólk her ynskja heldur ikki hvør øðrum Gleðilig Jól, men siga heldur Happy Holidays.
FRÍGGJADAGURIN eftir Thanksgiving er størsti útsøludagur um alt landið, og henda dagin verður eisini jólapyntið sett á hillarnar. Síðani tá hava handlarnir fyrireikað okkum og boðað frá, at jólini nærkast í hvørjum, og at tíð aftur er at brúka alt ov nógvan pening uppá alt ov nógv óneyðugt og ónýtiligt órudd.
Fyri handilsmenninar ræður sjálvandi um at selja so nógv sum til ber, og á hesum økinum er einki fólkaslag so dugnaligt sum júst tað amerikanska. Nú skal eg ikki gera handilsmenninar í Havn til reinar einglar, sum einans hugsa um gleðiboðskapin í hesum døgum, men her í Ameriku eru jólini, eins og allar aðrar høgtíðir, ómetaliga handilsligar. Fórt tú t.d. inn í ta størstu handilsmiðstøðina í Beverly Hills fyrst í november mánaði, sat jólamaðurin longu í einum lenistóli og bíðaði eftir foreldrum, sum høvdu hug at seta børnini í fang hansara, og síðani rinda 30 dollarar fyri eina mynd. Og alla staðni eru hús, vegir og handlar ovurpyntað við milliónatals ljósperum, hjørtum og stjørnum. Nógv múgvandi fólk búgva, sum kunnugt, í Beverly Hills, og har eru húsini pyntað so listarliga, og summi líkjast einamest ævintýrslottum. Gloymd er orkukreppa, nú trø og hús eru pyntað til jóla.
Serliga eitt á Sunset Boulevard miðskeiðis í Beverly Hills er víðagitið, tí tað er so vakurt og ovurhondspyntað, at fólk í hópatali steðga á at hyggja og taka myndir. Eftirgjørdur kavi liggur framvið garðinum, og jólatræið á grasplenuni er eins stórt og tað á Tinghúsvøllinum.
JÓLAFYRIREIKINGAR-NAR í ár eru merktar av fylgjunum av yvirgangsálopunum hin 11. september, og av, at landið er í kríggi. Handilsfólk óttast fyri, at áhaldandi yvirgangshóttanir og vandin fyri Anthrax skulu fáa fólk at sita heima, heldur enn at fara til handils. Fyribils metingar siga eisini, at hesin ótti er grundaður, og at fólk neyvan fara at keypa eins nógv og vanligt til jóla. Tey flestu hava ikki tann sama hugin at fara í handlarnar, og nógv hava minni pening at keypa jólagávur fyri.
Bara í Californiu eru fleiri enn 100.000 fólk vorðin arbeiðsleys síðani 11. september, og í oktober mánaði mistu fleiri amerikanarar arbeiðið, enn annan mánaða tey seinastu 20 árini. Tey, sum eru so heppin at fáa arbeiðsloysisstuðul, fáa í miðal 140 dollarar ella góðar 1000 krónur um vikuna. Men einans 40 % av teimum, sum eru vorðin arbeiðsleys, fáa stuðul, so hjá nógvum verður smáligt við jólagávum í ár.
Frá almennari síðu verður nógv gjørt burturúr at sannføra fólkið um, at »shopping is patriotism«, og Bush, forseti, heitir í fjølmiðlunum so staðiliga á amerikanarar um at brúka pening, so handilslívið ikki steðgar upp.
Í FØROYUM verður á hvørjum ári nógv tosað um, hvørt jólini verða hvít ella ikki. Útvarpið hevur í jólavikuni dagligt samband við Petur Skeel ella Veðurstøðina í Keypmannahavn at kanna útlitini fyri jólakava. Í Los Angeles kunnu vit gloyma alt um hvít jól og spurningurin er ikki um men heldur hvussu heitt tað verður á jólum. Eitt sindur torført at koma í jólahýr í hesum veðrinum, og løgið er at fara í sandalum í býin at keypa jólatræ.
Jólakavi ella ikki: Heima hjá okkum stendur ein kavamaður úr plastikki og sveittar í sólskininum úti á altanuni. Hann er hálvanannan metur høgur, og hevur eina ravmagnsperu í búkinum. Um kvøldið stendur hann so fittur og lýsir til stóra fragd fyri børnini, sum sjálvandi heldur vildu sloppið at gjørt ein rættiligan kavamann heima í Føroyum á jólum.
UPPRUNALIGA høvdu vit roknað við gestum úr Føroyum til jóla. M.a. orsakað av tí, sum hendi hin 11. september, vórðu hesar ætlanir broyttar, og gestirnir settust aftur. Hetta halda vit vera ógvuliga stórt spell, ikki minst tí, at millum gestirnar var ein framúr góður kokkur, sum skuldi hava ábyrgdina av jóladøgurðanum. Ístaðin noyðast vit sjálvi í holt við dunnur, rís-a-la-mande og tað, sum annars hoyrir jóladøgurðanum til. Hetta er sjálvandi risky business, men vónandi verða øll mett, kortini.
Teir seinastu tríggjar mánaðirnar hava vit havt Alexandru, yngstu fastrina úr Klaksvík í húsinum. Tá hon í gjár setti seg í flogfarið og legði leiðina heim til Klaksvíkar at halda jól, vóru vit fleiri, sum høvdu hug at goyma okkum í kuffertinum. Tí hóast vit halda eini nøkulunda »ordilig« jól her, er tað ikki tað sama, sum at vera heima um høgtíðina. Ikki bara ta løtuna, tað tekur at eta dunnuna, og at dansa um jólatræið sakna vit, men eins nógv allan jólamángt heima. Vit hava sjálvandi lyndi til at romantisera eitt sindur, og ímynda okkum hvítan kava og stilli, kaffi og heitt kakao á Kondittarínum o.s.fr. Veruleikin er, sum kunnugt, ofta ein annar: Eingin kavi, men nógv regn, stress ístaðin fyri hugnaligar løtur á Kondittarínum. Hetta er í øllum førum tað, vit hava at ugga okkum við, tá heimlongsulin gerst ov ringur.
Og so lata vit okkum í sandalir, fara ein túr út í sólskinið, og gleða okkum til næsta ár, tá vit halda jól í Hoyvík!