Jólabússurnar hjá Frelsunarherinum eru nú settar í handlarnar. Tann, sum leggur pening í hesar bússur, er við til at hjálpa Frelsunarherinum við sínum vælgerðar arbeiði.
Meginparturin av tí, ið inn kemur, fer til Herberg Frelsunarhersins í Niels Winthersgøtu 3. Hetta er eitt tilboð um mat, song og persónliga røkt.
Higartil í ár hava verið slakar 1700 yvirnáttingar. Umframt hesi hava yvir 300 onnur verið og vitja, onkur fyri at fáa eina máltíð, ella persónliga røkt, meðan onnur hava havt fyri neyðini at samtala um persónlig viðurskifti.
Frá 1. des. 2000 verður arbeiði víðka við ein-um dagtilboði fyri heimleys.
Allar matútreiðslur verða goldnar av tí peningi sum kemur úr jólabússunum og gávum.
Vit eru takksom fyri ta hjálp, sum verðu givin við at stuðla arbeiði Frelsunarhersins.
Gávur kunnu flytast á konto 6460.1516738 ella 6460.1575963 í Føroya Banka.