Barnahjálpardagur
Fyri stuttum fekk Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypomannahavn vitjan av fólki frá Fopnden Børnehjælpsdagen af 6.maj 1904, sum kom við ymsum likum og bókum til hotellið.
Tað var Paula Bøgesvang úr Havn, sum fyrr hevur arbeitt hjá Børnehjælpsdagen, sum stóð fyri útbýtingini á Hotel Tórshavn. Endamálið við tiltakinum var at spreiða gleði og gott lag á barnadeildini hjá sjúklingahotellinum og geva børnunum eitt positivt upplivilsi, sigur Børnehjælpsdagen í tíðindaskrivi.
Barnahjálpardagurin er ein sjálvsognarstovnur, sum saman við sjálvbodnum, eitt nú skótum og ítróttarfeløgum, stuðlar børnum og ungum í Danmark við gávum, sponsoreringum og beinleiðis hjálp til sjálvboðið barna- og ungdómsarbeiði.