Jólamaður við Gróthúsvatn

Tá jólaskipið kemur á Sand seinnapartin leygar­dagin hin 30. novem­ber, verður hesin jólamaðurin ikki við. Hann legðist uppi, tí hann var so ringur av sjóverki. Síðan jóla­mað­urin legðist uppi, hev­ur hann hild­ið til Hand­an Rygg - ella Hand­an fyri Rygg, nær­indis Gróthúsvatni áveg­is av Sandi til Søltu­víkar.
Á trøðni er lítil smátta við lítlari hugna­ligari lon, og her er eisini uppíbygt seyða­hús.
Jólamaðurin við Grót­hús­vatn veit nógv at siga, og hann plagar at hava vitj­an av børnunum í barna­garði­num á Sandi.