Eli Hentze
Umvælingin av handlinum hjá Aksali niðri á Grótteigum varð liðug síðsta ár. Sands Fornminnafelag hevur keypt henda gamla hugnaliga handilin, ið goymir nógv og góð minnir um eina farna handilstíð. Inni í handlinum er onki broytt. Alt er, sum tað var, tá ið Aksal hevði handil.
Og tað er í hesum hugnaliga umhvørvi, at Sands Fornminnafelag á øðrum sinni hevur jólamarknað. Undirtøkan síðstu jól var so góð, at tað er sjálvsagt at taka tiltakið uppaftur. Fólk úr oynni og aðrastaðni við hava gjørt heimagjørdar prýðislutir, so sum jóladekoratiónir, jólaútklipp, smíðarar lutir o.s.fr. Eisini er tombola á skránni. Høvið verður eisini at seta seg niður við einum kaffi- ella temunni og fáa sær jólakøkur afturvið.
So kann ein sita og lata kaffiangan renna saman við angan av gomlum minnum.
Opið er frá kl. 14.00-18.00.