Jólasølan hjá Blindastovninum

Blindastovnurin hevur jólasølu í dag, leygardagin frá kl. 14 - 17 í høllini í Blindastovninum.

Sólvá Jacobsen

og Teitur Albinus


Henda jólasøla er eitt afturvendandi tiltak, og verður sum oftast væl vitjað. Millum annað kanst tú keypa turrikløð og teppi, sum brúkararnir hava vovið. Eisisni kanst tú keypa trælutir og jóladekoratiónir, keramikklutir, so sum skálir og stakar, nálapútur, grýtulappar, jólakort og jólaprýði og te, kaffi og køkur, sum brúkararnir hava bakað.

30 brúkarar vitja Blindastovnin um vikuna, og opið er hvønn dag.