Jólasølustevna í Klaksvík

Jólasølustevnan í KÍ-høllini í Klaksvík verður í ár sera fjølbroytt við fleiri nýggjum framsýnarum. Eisini verða nógv tiltøk fyri børn á skránni, og sunnudagurin verður familjudagur burturav

Nú jólastákið av álvara er byrjað, skipar ein bólkur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri sermerktari og hugnaligari sølustevnu í KÍ- høllini.
   
At sølustevnan í ár verður sermerkt, sæst á luttakaralistanum, sum í mun til undanfarin ár er nakað broyttur.
   
Á sølustevnuni í ár, fara fleiri nýggir handlar sýna fram, og verður stutt sagt alt sum hugtekur føroyska húskið at síggja.
   
Umframt bilar, teldur, bøkur, leskidrikkir, undirhald, klæðir til hann og hennara, fer fyritøkan, Ansni, sum tekur sær av vaktarvirksemi at sýna fram trygdarskipanir, og Klaksvíkar Kommuna fer at kunna um kommunal viðurskifti. <?xml:namespace prefix = o ns = """urn:schemas-microsoft-com:office:office""" /><o:p></o:p>


Øðrvísi enn undanfarin ár<o:p></o:p>


Nakað sum eisini ger sølustevnuna 2003 sermerkta, er skipanin við døgunum, har fríggjakvøld verður serligt barna- og ungdómskvøld, har luttakarnir og fyriskiparnir leggja skránna og tilboðini eftir yngsta brúkaraskaranum.
   
Her verður eitt nú Look a like kapping, undirhald, mótasýningin við barna- og ungdómsklæðum. Eisini vitja búktalarin og gyklarin úr Glott & Gleimi.
   
Leygardagurin og kanska serliga leygarkvøldið er so sett av til ung og vaksin, har aldursmark verður ásett. Hetta kvøld verður okkurt eyka gjørt fyri at skapa sermerkta jólahugnan, sum øll kenna so væl úr KÍ- høllini tá sølustevna er.
   
Av tí at børn ikki alla tíðina renna runt, fáa tey vaksnu frið at tosa við framsýnarar, handilsfólk og koma hvørjum øðrum við.
   
Mótasýningin hetta kvøld verður skipað sum Gallasýning, og tónleikur verður á pallinum, og hvør veit, um ikki okkurt popplagið frá konsertini við landaplagunum verður framført.
   
Eisini verður eitthvørt forvitnisligt at frætta um 100 ára hópin hjá KÍ til komandi ár. 
   
Hugnaliga KÍ Cafehornið ferð óivað at gera sítt til eitt gott ógloymandi kvøld.<o:p></o:p>



Familjudagur<o:p></o:p>



Sunnudagurin verður skipaður sum familjudagur, har øll kunnu vitja, uttan mun til aldur. Finala verður í Look a like kappingini, hornjólatónleikur, KÍ- cheerleaders og hetta kvøldið fer KÍ at koma við avdúkingum í KÍ- tímanum.
   
Pallskráin er sum altíð sera forkunnug, har vit kunnu bjóða ?Look a like?kapping, KÍ- Cheerleaders, heimsklassa undirhald við Glott & Gleimi, hugnaligan horntónleik, sang og guitarspæl, og sjálvandi hugtakandi mótasýningarnar øll trý kvøldini.
   
Allar dagarnar fara kendir rithøvundar, at vitja í høllini og koma har at signera teirra bókaútgávur.<o:p></o:p>




<o:p> </o:p>