Tað er dýrt at reka eitt ítróttarfelag.
Tí verður av øllum alvi roynt at skipa soleiðis fyri, at nóg mikið av peningi er til taks á ein ella annan hátt.
Leikararnir hava lýsingar á leikbúnunum, men av tí at lýsaramarknaðurin í Føroyum er rættuliga avmarkaður, so má eisini roynast á annan hátt og her koma sølustevnurnar inn í myndina.
Og tað eru ikki so fáar sølustevnur kring landið tá hugsa verður um støddina á landið okkara.
Fyrstu dagarnar í desember mánað fer GÍ at royna seg við eini stórari jólasølustevnu í høllini á Kambsdali.
Ætlanin við hesi stevnuni er at geva fyritøkum og øðrum kring landið møguleika at sýna fram vørur og tænastur, sigur GÍ í tíðindaskrivi.
Fyrireikingarnar til stevnuna eru longu byrjaðar og ætlanin er at gera eina stevnu hatr framsýnarar og undirhald verður í einum sera væl fyrireikaðum umhvørvi.
At stevnan verður fyrsta vikuskiftið í desember mánað ger, at stórur dentur verður lagdur á jólini, sum tá bert eru tríggjar vikur burtur.
Fyritøkurnar fara at sýna fram jólastás, jólagávur og annað, sum hevur samband við jólini, meðan keypararnir fáa tann einastandandi møguleikan, at avgreiða stóran part av jólakeypinum á einum stað - tað er ikki so vanligt í Eysturoynni.
Umframt mótasýningar verður ymiskt forkunnugt undirhald fyri bæði stór og smá. Av tí at jólini tá eru fyri framman verður eisini undirhaldi merkt av tí.
Enn er eingin tekningarfreist ásett fyri framsýnararnar, men áhugin er sera stórur, sigur Peter Holm, sum er ein av fyrireikarunum av framsýningini