Klaksvík:
Fyrireikararnir siga tó, at veðrið spælir ein stóran leiklut. So um tað ikki viðrar, so verður tiltakið helst útsett. Men sum er kemur jólaskipið til Klaksvíkar fríggjadagin klokkan seks.
Sum nakað nýtt ætla fyrireikararnir hesuferð at jólamenninir skulu koma í land á vestaru bryggju við nýggja Kryvjivirkið. Hetta verður gjørt, tí mett verður, at fólki á henda hátt betur kunna síggja skipið. Undanfarin ár eru jólamenninir komnir á land við Sandin. Men skipið kann ikki sigla so nær landið har, tí tað er so grunt. Síðani verður marsjerað, við hornorkestrinum og nissum á hestbaki á odda, niðan til mentunarhúsið Atlantis, har tiltakið heldur fram.
Tað eru nú 11 ár síðani jólaskipið kom á Klaksvík fyrstu ferð, og tá var tiltakið munandi minni enn tað er í dag. Tá vóru ikki góðar tíðir í Føroyum, so fyrireikararnir tóku stig til tað fyri at skapa jólahugna millum fólk, hóast fíggjarliga kreppan herjaði um oyggjarnar. Tá var skipið nógv minni enn tað er í dag og tað vóru heldur ikki so nógvir jólamenn. Tiltakið, sum er eitt vælgerandi endamál við tí fyri eyga at gleða børnini, verður stuðlað av virkjum og fyritøkum í Klaksvík. Men líka síðani fyrstu ferð hava fyrireikararnir verðið niðurkimaðir av fólki, tá tað nærkast jólum, sum vilja fregnast, nær jólaskipið kemur.
Og nógv fólk plaga at taka ímóti. Tað sást best á talinum av pakkum, sum plaga at verða býttir út. Umleið 1.500 pakkar. Og um so ein vaksin er við hvørjum barni, so er lætt at rokna út, hvussu nógv fólk talan er um. Øll árini hevur veðrið verið gott, tá jólaskipið er komið, og tað hevur sjálvandi eisini gjørt sítt til at so mong fólk plaga at taka ímóti.