Fyrsta og annan jóladag verður jólatónleikur við ungum tónleikarum at hoyra í Hoyvíkar kirkju ein hálvan tíma undan gudstænastuni.
Fyrsta jóladag fer ?Doria kvartettin? at spæla millum kl. 10.30 - 11. Henda strúkikvartettin er mannað við ungum tónleikarum, sum læra og lesa við hægri lærustovnar í útlondum.
Annan jóladag fer ?Lítla G.H.M.? at spæla jólatónleik millum kl. 10.30 - 11. Í ?Lítla GHM? eru fimm ungir blásarar, ið verða stjórnaðir av Jens Knudsen, musikklærara.