Jólatrøll á nýggjárinum

Jólabryggj

Jólatrøllið, sum er jólabryggið hjá P/F Restorffs Bryggjaríi, var uppi seint tollaksmessukvøld.
Jóhan Mortensen sigur, at bryggjaríið fer at gera eina tapping aftrat, soleiðis at fólk eisini fáa høvi at hava jólatrøll aftur við nýggjárskvøldinum komandi vikuskiftið.

Stórur vøkstur

- Sølan av jólatrøllinum hevur verið 53,5% hægri í ár enn í fjør, og nú fólk hava heitt á okkum um at fáa fleiri fløskur á marknaðin, hava vit gjørt av at gera eina tapping aftrat.
Hann sigur, at pilsnarin, Tarvurin, eisini er vorðin rættiliga áhugaverdur millum tey ungu.
- Hesin hevur meira av munchenermalti og meira av kolsýru, sum teimum ungu dáma væl, sigur Jóhan Mortensen á Restorffs Bryggjaríi.