Sunnudagin tann 2. desember frá kl. 15-17 verður jólahugni fyri børnum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Dansað verður um jólatræðið, jólamenn koma at vitja við jólapakkum, luciagentur syngja og mangt annað verður á skránni henda dag.
Eisini ber til at keypa gløgg, eplaskivur og ris a la mande.
Jólaheilsurnar verða bandaðar á 1. hædd frá kl. 16.
Kostnaður fyri vaksin er 30 kr. og fyri børn er ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkomin.