Jólini eru alt ov materialistisk

- Lat okkum fagna frelsaranum við at vísa hvørjum øðrum nærleika, kærleika og nøgdsemi, sigur Annfinnur Garðalíð.

Annfinnur Garðalíð, sum er formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, heldur jólaftan saman við familju í Miðvági, og 1. jóladag er familjan bjóðað til brunsh í Miðvági.

 

- Seinni um kvøldið 1. jóladag skal eg syngja saman við øðrum í Skála kirkju, og 2. jóladag eru vit heima á Skála.

 

Spurdur, hvat tey eta á jólum, sigur hann, at menu'in er dunna, róma-, brún og hvít eplir og annars alt tað, sum vanliga hoyrir jólunum til.

 

Men, keypir formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag jólagávur?

 

- Nú sigur konan, at eg skal vera erligur. At keypa jólagávur er fyri meg ein stórur kampur. Eg fekk eldru dóttrina at keypa fyri meg, so har eru allar komnar upp á pláss.

 

Um jólini annars heldur Annfinnur Garðalíð, at tey eru alt ov materialistisk, og tað gongur alt ov nógv út upp á pengar.

 

- Nú skulu øll bæði nær og fjar hava gávur, og tú ánar ikki, um tey hava brúk fyri hesum ella hasum. Eftir høgtíðina er líka nógv jag, tí tá skulu gávur, sum fólk ikki vóru nøgd við, býtast um aftur.

 

Annfinnur Garðalíð vísir á, at hann annars er av tí áskoðan, at jólini eru gleðishátíð, har fólk eru saman, gleðast um hvønn annan, so ella so.

 

- Vit gleðast um frelsaran, sum er okkara størsta gáva. Lat okkum fagna honum við at vísa hvørjum øðrum nærleika, kærleika og nøgdsemi, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.