Á jólum skulu vit hava tað gott

Vit nýta næstan 50% meiri pening upp á klæðir í fjórða ársfjórðingi enn restina av árinum.

Øll vita vit, at jólini kunnu verða dýr, men nú er sjón fyri søgn. Hagstovan hevur hugt at, hvussu stór nýtslan hjá føroyingum er í ávísum vørubólkum, býtt á ársfjórðingar, og eitt mynstur er heilt greitt. Vit nýta nógv mest pengar í fjórða ársfjórðingi.

Hetta er serliga galdandi innan klædnavørur og skógvar. Har vísa tølini frá Hagstovuni, at nýtslan í 2015 vaks við 46,4 prosentum seinasta ársfjórðing í mun til miðalumsetningin í fjør. Sama mynstur hevur verið galdandi síðani 2010. Hvørt ár hevur nýtslan í 4. ársfjórðingi ligið um 40 prosent hægri enn fyri árið annars.

Tað sama er galdandi fyri mat og drekka og búnýti og innbúgv. Keypið av matvørum var í fjør 11,7 prosent hægri enn fyri árið annars og hevur annars ligið um 10 prosent hægri undanfarin ár. Fyri búnýti og innbúgv var sølan 23,4 prosent hægri seinasta ársfjórðing í fjør í mun til árið annars, meðan tað seinastu árini hevur ligið um 20 prosent hægri.

- Tað er einki at ivast í, at tølini siga okkum, at um jólini skulu vit hava tað gott, skrivar Hagstovan.