Jón: Okur vísa ein ótrúligan stríðsvilja

(Frá Rás2) Jón Krosslá Poulsen kann gleðast um tvey skotin mál og trý vunnin stig

Fótbóltslagið er framúr hjá Suðringum, sum við einum framúr roysni í dag eru oddalið í effodeildini.

 

Suðringar vóru aftanfyri 0-2 ímóti B36, men við tveimum málum hjá Jón Krosslá Poulsen, og einum sigursmáli hjá Poul Ingason gjørdu suðringar eitt ótrúligt "comeback", og tryggjaðu sær aftur trý stig á heimavølli. Suðringar hava vunnið allar tríggjar heimadystirnar higartil í landskappingini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við Jón Krosslá Poulsen, sum var sera fegin um sigurin.

 

Í samrøðuni greiðir Jón Krosslá Poulsen frá báðum málunum hann skoraði við Stórá í Trongisvági í dag, og hann greiðir eisini frá hvussu Suðringar vendu einum hóttandi 0-2 tapi til ein 3-2 sigur: - Okur vísa ein ótrúligan stríðsvilja, slær álopsessið úr Vági fast.