Jón Rói aftur fult

Fyri aðru ferð á rað eydnaðist tað mikukvøldið Frem at fáa fult, og nú eru teir omanfyri uppflytingarstrikuna

DANMARK 1. DEILD


Eftir at Frem nakrar ferðir ikki hevur havt eydnuna við sær, eydnaðist tað mikukvøldið at vinna fyri aðru ferð á rað. Hesa ferð var Frem í Gladsaxe og vitjaði AB. Frem vann 2-1. Teir fingu bæði málini undan steðginum. Tað fyrra stútaðu teir eftir hornaspark og aftur og fram, og tað seinna var brotsspark eftir stórt kiks í verjuni.
                      Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, minkaði heimaliðið um munin. Síðstu løtuna var stórur spenningur, men Frem megnaði at halda tørn.
                      Jón Rói Jacobsen var allar 90 minuttirnar í Frem miðverjuni, og hann fær enn eina ferð gott skoðsmál. Onkra ferðina var hann við í álopunum, og tá ið støðan var 1-0, var tað um reppið, at hann skoraði við høvdinum. Gunnar Nielsen hevur sitið so trúgvur á beinkinum sum eykamálverji alt hetta kappingarárið, og tað gjørdi hann eisini mikukvøldið.