ÚTISETAR
Í annaðkvøld fer AaB undir nýggja kappingarárið í superliguni, tá FCK kemur á vitjan.
Í Aalborg siga teir seg hava gott mót. Í fjør vunnu teir tvær ferðir á FCK í Parkini í Keypmannahavn, og AaB vann fýra av teimum seinastu heimadystunum í vár.
Leygardagin var AaB í Belgia og spældi í Intertoto ímóti Gent. 1-1 varð mett at vera avbera gott úrslit ímóti fjórði besta liðnum í Belgia. Svenski AaB venjarin, Erik Hamrén, segði seg vera væl nøgdan við avrikið, eisini út frá fyritreytunum, sum vóru, at AaB í ein hálvan tíma var undirmannað.
Stór útskifting
Síðsta kappingarár var føroyski leikluturin í AaB eyðkendur av nógvum skaðum. Jón Rói Jacobsen megnaði at koma fyri seg aftur eftir krossbandsskaða nummar tvey, men hann var plágaður av øðrum skaðum, og Súni Olsen var eisini fleiri ferðir uttanfyri orsaka av skaðum.
Tá ið AaB í Belgia síðsta leygardag legði síðstu hond á fyrireikingarnar, var Jón Rói Jacobsen á vøllinum alla tíðina. Súni Olsen varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tólv minuttir.
Í summarsteðginum hevur AaB selt ein av miðvallarprofilunum, Rasmus Würtz, til júst FCK. Ein av spurningunum, sum tað í fótbóltsuimhvørvinum í Aalborg hevur verið tosað nógv um, er, hvør nú skal eiga verjukenda miðvallarplássið. Tríggir spælarar kappast um plássið. Súni Olsen er ein av teimum, men leygardagin var ein annar enn hann millum teir fyrstu ellivu, og tað er sannlíkt, at Súni eisini í annaðkvøld verður á beinkinum.
Hetta vil tó ikki siga, at Súni ikki fer at fáa dystarvenjing. Hann verður mettur at vera ógvuliga fjøltáttaður spælari. Fyrr í summar var sáttmálaskeiðið hjá honum longt, og um hann ikki fer at megna at vinna sær fast pláss á miðvøllinum, so eru møguleikar fyri, at hann fer at verða brúktur á bakkinum.
Jón Rói stóran leiklut
Í donsku fjølmiðlunum verður roknað við, at Jón Rói Jacobsen í annaðkvøld verður annar av miðverjunum. Erik Hamrén segði eftir dystin í Belgia, at hann var væl nøgdur við avrikið – eisini í verjuni.
Umframt at vera stinnur og álitisfullur í miðverjuni, so hevur Jón Rói máltev. Tað vísti hann eisini í Belgia. Tá ið støðan var 1-1, og AaB var undirmannað, var um reppið, at Jón Rói við høvdinum skoraði sigursmálið. Men bólturin brast í tvørtræið.
Um Jón Rói í annaðkvøld verður millum teir fyrstu ellivu hjá AaB, so kunnu vit ikki siga annað, enn at 24 ára gamli havnarmaðurin við stríði og miðvísum arbeiði hevur megnað at vunnið seg aftur á tað støðið, sum hann var á, áðrenn hann sleit krossbandið í Brøndby og seinni í Aalborg.
Uppgerðin á Aalborg stadion verður klokkan 17 mikudagin, og møguleiki verður at fylgja við á TV3+.