Jón Rói spælir aftur

Um vikuskiftið skal Jón Rói Jacobsen aftur á vøllin fyri AaB. Jón Rói fekk fyri nøkrum vikum síðani ein skaða í knæið, men løstur var tí betur ikki álvarsamur. Nú skal Jón Rói royna seg aftur í dysti, tí hann er millum spælararnar, sum verða við á Danmarksseriuliðnum hjá AaB, sum spælir venjingardyst um vikuskiftið. Jón Rói hevur vant saman við liðfeløgunum seinastu vikuna, og hann hevur eisini fingið serliga uppvenjing fyri skaðan. Súni Olsen er tikin út til seinasta venjingardystin hjá superligaliðnum, sum skuldi spæla í kvøld.