Jón Rói tættari at einum Brøndby-sáttmála

Eftir søluna av framherjanum Peter Madsen til Wolfsburg, tykist møguleikin vera størri fyri, at Jón Rói Jacobsen fer at gera sáttmála við danska meistaraliðIð.

Mánadagin kunngjørdi danska meistarliðIð Brøndby, at Wolfsburg úr Bundesliguni hevur skrivað sáttmála við framherjan Peter Madsen. Talan er fyrst um ein leigu sáttmála til í summar, har møguleiki so verður hjá týska felagnum at keypa danska framherjan frá Brøndby.

Leikaraskiftið hjá Peter Madsen, skuldi havt við sær, at Jón Rói Jacobsen skuldi verið tættari at einum sáttmála við Brøndby. Brøndby er í svárari fíggjarligari kreppu, men við søluni av Peter Madsen, hevur felagið meira av peningi at ráða yvir.

Avgjørt um eitt døgn
Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, váttar fyri Sosialinum, at samband hevur verið millum partarnar, síðan mánadagin. Hann væntar at kunna geva endaligt svar innan 24 tímar um fótbóltsframtíðina hjá Jón Róa Jacobsen.

? Vit hava diskuterað nøkur smáting, og formaðurin í HB váttar, at HB og Brøndby eru ikki langt frá hvørjum øðrum. Spurdur um talan verður í fyrst atløgu um ein leigusáttmála ella um eina sølu alt fyri eitt, vil Birgir Enghamar hvørki vátta ella avsanna.

Heldur ikki vil formaðurin í HB svara, um talan verður um stóra peningaliga upphædd, um leikaraskifið hjá Jón Róa skuldi verðIð veruleiki, og sigur í stuttari viðmerking, at slíkir upplýsingar verða millum feløgini bæði.

Óvist við Mads Jørgensen
Ein annar av stjørnuleikarunum á meistaraliðnum hjá Brøndby, Mads Jøgernsen, hevur eisini ætlanir um at royna eydnuna uttanfyri Danmark. Hann hevur boðað Brøndby-leiðsluni frá, at hann ikki sinnaður at leingja sáttmálin, sum rennur út í summar.

Mads Jørgensen hevur verið settur í samband við italska felagið Perugia, men enn er onki ítøkiligt spurt burturúr. Av tí Mads Jørgensen verður leysur av sáttmála sínum við Brøndby í summar, fær Brøndby ongar pengar fyri leikaran, og tað má kennast svárt, tá fíggjarstøðan í felagnum ikki er tann besta.