Jón úr Leyden og eftirmenn hansara

Brot úr ámæli tjúgundu aldar

 

fyrri partur:

Fast schon so alt wie dieses, mein Jahrhundert,

der Flammenmeere, Mörder, Folterungen,

der Volksverderber und der Volksverächter,

geliebt, gehasst, gefürchtet und bewundert.

Hans Sahl











Hanus Andreassen


FYRST Í 1534 kom ein 25 ára gamal hálendingur ? Jan Bockelson æt hann ? til býin Münster í Westfalen í útnyrðingspartinum av Týsklandi. Um hetta mundið livdu fólk í Norðureuropa í eini hugmyndafrøðiligari skiftistíð, á mótinum millum eitt farandi og eitt komandi kirkjuligt vald. Stív sekstan ár frammanundan hevði Martin Luther sett spurnartekin við pávans myndugleika at vera Guds umboð á jørðini.

Í kjalarvørrinum eftir hesa uppreisn var lagamanni hjá leikfólki at stíga fram og siga seg vera kallað at bera fram Guds orð og fremja hansara vilja. Sjálvbodnir profetar vóru tí um hetta mundið sum murran. Um Bockelson er at siga, at hann var ungur, vakur, tungusnjallur og hevði kvinnutekki. Hann hevði sostatt allar fyritreytir fyri at gerast profetur. Vit kunnu leggja aftrat her, at Jan Bockelson var ættaður úr Leyden og útlærdur sum skræddari.

Um hetta mundið hevði ein sterk, evangelisk rørsla tikið valdið í Münster. Limirnir róptu seg anabaptistar, t.e. endurdoyparar. Teir umboðaðu eina harðrenda grein av tí anabaptistisku rørslu, sum gjørdi vart við seg ymsastaðni í Europa, og sum annars mangastaðni var ein friðarrørsla. Teirra endamál var ikki bara at savna tey rættrúnu og útvaldu, men at seta á stovn tað nýggja jarðarliga paradísið. Men fyrst ráddi um at fara í hernað ímóti Antikrists herskarum ? t.e. teimum, ið ikki høvdu ta røttu trúnna ? og, um tað sýntist neyðugt, at beina fyri teimum. Tá ið tað var gjørt, var løtan komin at stovnseta tað nýggja dýrdarríkið, har allur ognarrættur var avtikin, og samfelagið varð skipað eftir strongum reglum.

LANDSPARTURIN MÜNSTER hevði í øldir verið stýrdur av einum valdi, ið var bæði kirkjuligt og verðsligt, við einum biskupi á odda, ið samstundis var eitt slag av fúrsta. Longu í 1532 hevði biskupurin mist valdið í býnum. Í fyrru helvt av 1534 vórðu øll, ið ikki høvdu ta røttu trúnna ? fyrst og fremst katolikkar og luthersfólk ? rikin úr býnum.

Biskupurin kringsetti býin, samstundis sum anabaptistarnir fóru undir at stovnseta tað nýggja ríkið. Høvuðsmaðurin í tí nýggju rørsluni ? bakarin Jan Matthys ? royndi nú at bjarga býnum. Hann var so óskettin, at hann á páskum 1534 vágaði sær út um býarmúrin við nøkrum fáum monnum, kallaður av Gudi - sum hann tók til - at reka herin, sum hevði kringsett býin, burtur. Hann og hansara menn vórðu straks høgdir niðru av biskupsins hermonnum.

Gævustundin hjá Jan Bockelson var komin. Hann hevði longu eina tíð roynt seg sum talari og verið Jan Matthys ein dyggur stuðul. Hann steig nú fram sum býarins nýggi profetur og valdsharri. Hann kunngjørdi, at løtan var komin at stovnseta túsundáraríkið, og at hann var kallaður at vera ikki bara kongur, men Messias teirra evstu daga. Hann gifti seg við tí vøkru Divaru, dóttir tann ríka klædnakeypmannin Bernt Knipperdollinck, sum leingi hevði verið ein høvuðsstuðul hjá tí nýggju rørsluni.

Kongur og drotning livdu í marglæti og yvirflóð. Samstundis vórðu fólk tvingað at lata ognir, klæðir og pengar frá sær og liva í mestu armóð. Tey, sum mutaðu ímóti ella ikki vildu akta, vórðu hálshøgd, viðhvørt av kongi sjálvum.

Í eitt ár livdi tann kringsetti býurin undir einum sonnum ræðslustýri. Ikki fyrr enn í juni 1535 eydnaðist kringsetarunum at sleppa inn um býarmúrin og gera enda á harðræðinum. Men münsterbúgvar minnast enn Jón úr Leyden ? sum Bockelson vanliga verður róptur ? og stokkuta, men blóðuga, messiasríki hansara.


SØGAN UM tað anabaptistiska ríkið í Münster er í sjálvum sær bæði spennandi og hugvekjandi. Umframt tað peikar hon langt út um seg sjálva og sína tíð. Hon er, kundi ein kanska sagt, ein av mongum søguligum arketýpum, sum eyðkenna hesi 2000 árini, ið liðin eru síðan føðing Krists. Og hon varpar ? kanska meira enn nøkur onnur søguímynd ? ljós á øldina, ið um nakrar fáar vikur fer aftur um hurðarbak.

Fyrst verður spádómurin kunngjørdur um túsundáraríkið, ið brátt fer at koma. Síðani stendur ein ræðulig orrusta millum Guds úrvaldu og Antikrists herskarar. Teir fyrru verða sjálvsagt við yvirlutan. Til seinast verður tað nýggja ríkið sett á stovn. Í hesum ríki valda lukka og friður. Menniskjan er fullkomin. Eingin munur er á mínum og tínum. Allir tvídráttir og trupulleikar eru sum sópaðir burtur. Tað er næstan, sum tikið verður til í kvæðinum:


Har skal kelda kurtalig

allar ævir renna,

har skal eingin livandi

til sótt ella sjúkdóm kenna.


Gjøgnum ein stóran part av miðøldini kyknaðu av og á rørslur upp, íbirtar av profetum, sum spáddu, at eitt glæsiligt messiasríki fór at koma. Ofta hendi hetta í landspørtum, har ein ávísur miðaldarídnaður hevði tikið seg upp ? eitt nú klædnaídnaður ? og har tí eisini fyritreytir vóru fyri sosialari misnøgd. Og ofta spruttu rørslurnar úr teimum samtøkum ella brøðraløgum, sum tátíðar hondverkarar stovnaðu.

Hyggja vit nú at 20. øld, so tykist fyrsti heimsbardagi at hava havt sama leiklut sum trúbótin í 16. øld. Við hesum bardaga fór ein heil mentunarlig og sosial skipan ? har trúgv á framburð, upplýsing og skynsemi vóru høvuðstættirnir ? í sor. Í tí andiliga tómanum eftir hetta omanlopið er tað, sum síggja vit Jan Bockelsons eftirmenn - í meira og minni ørligum útgávum og meira og minni paranoidum hamum - rísa og sessast í hásætið. Teirra leikpallur er ikki longur avmarkaður til Europa, men fevnir um allan heimin. Mussolini, Hitler, Saddam Hussein og Nikolai Ceaucesco, Mao-Tse-tung og Pol Pot ? allir eru teir, við frábrigdum, umboð fyri ta gomlu arketýpuna.


TANN MESSIANSKA rørsla, sum fekk mest ávirkan á 20. øld, var kommunisman, væl at merkja í tí sniði, hon fekk í Russlandi. Áhugavert er, at rørslunnar oddamaður ? Vladimir Uljanov, betri kendur sum Lenin ? valdi tíðliga at skúgva partar av læruni hjá Karl Marx til viks og heldur lurta eftir messianskum russiskum profetum sum Petr Tkatjev og Sergei Netjajev.

Tað var ikki neyðugt at bíða, til ein ávísur ídnaður var vaksin fram ? og í hansara hølum ein stætt av fæloysingum og eitt ávíst kolveltingarligt medvit. Tað bar til at ganga ein snarveg. Ein bólkur av stældum samansvornum kundi við vápnum taka valdið, fremja kollveltingina og seta á stovn tað fullkomna samfelagið.

Møguleikin kom, stív 3 ár eftir at fyrsti heimsbardagi var brostin á. Í november 1917 framdu bolsjevikkar kvett og settu fólksins kollvelting - februarkollveltingina ? úr gildi. Í januar 1918 var tjóðfundurin ? t.e. tað ting, sum fólkið hevði valt at evna eina stýrisskipan til ? slitin og heimsendur. Í 1922 vildi so til, at tann russiski Jan Matthys, alias Lenin, fekk sína fyrstu heilabløðing. Tvey ár seinni andaðist høvuðspresturin. Nú var løtan komin hjá Jan Bockelson, alias Jósef Stalin, at taka valdið.

Longu um hetta mundið vóru at kalla allar fyritreytir fyri einum ræðustýri skaptar. Ein loynitænasta var stovnað. Píning av øllum hugsandi sløgum og handtøka uttan lóg og dóm vóru blivin siðvenja. Tá tann listinlærdi taktikarin Stalin í 1929 hevði sett allar sínar mótmenn í skák, var lagamanni til fulnar at brúka allar hesar møguleikar.


TANN FYRSTA ætlanin í royndunum at byggja eitt nýtt Jerusalem á russiskari jørð varð framd árini 1929 til 1932. Sæð uttanífrá var hetta ein stórfingin roynd at nútímansgera tann russiska landbúnaðin. Hetta stóra framtakið kann býtast sundur í tveir partar. Í fyrsta lagi skuldu teir sonevndu kulakkarnir (t.e. teir ríku bøndurnir) tvingsilsflytast til fjarskotnar partar av landinum, fyrst og fremst Sibiria.

Í øðrum lagi skuldu teir russisku bøndurnir noyðast inn í samyrkisbrúk. Lutir eru lættari at flyta enn fólk, og serstakliga tann seinna ætlanin var ? úr einum pedagogiskum sjónarmiði ? bráð og lítið skilagóð. Bøndurnir vóru trekir at medvirka, og ofta var endin, at teir drupu síni kríatúr og brendu sítt korn. Avleiðingin var, at flokkurin sendi hermenn út at læra bøndurnar fólkaskikk, og manga staðni vóru heilir garðar og heilar bygdir týndar.

Í roynd og veru hevði hesin politikkur eina loynda dagsskrá. Annað høvuðsmálið var at lemja ta russisku bóndastættina ? ið var nógv tann størsti samfelagsbólkurin í Sovjetsamveldinum ? so at hon hereftir aktaði flokkin.

Hitt høvuðsmálið var at loysa tann ukrainska spurningin. Ukraina er ? sum kanska ikki øllum kunnugt ? ein tjóð, við síni egnu søgu og mentan og sínum egna máli (ið er skylt við russiskt). Í sovjetskari hugmyndafrøði var ikki pláss fyri eini slíkari serstøðu. Ein atsókn móti tí ukrainsku bóndastættini var samstundis eitt álop á tann ukrainska samleikan. Samstundis sum hesin harðrendi landbúnaðarpolitikkur varð settur í verk, varð framd ein herferð ímóti mønuni í ukrainskari mentan: rithøvundum, heimspekingum, lærarum, málfrøðingum, sjónleikarum osfr.

Avleiðingarnar av hesum politikki vóru ógvisligar. Sambært hagfrøðiligum metingum fyri tíðarskeiðið 1929-53 kostaðu tvingsilsflytingin av kulakkum og royndirnar at noyða bøndurnar inn í samyrkisbrúk ? varliga mett ? 10 milliónum av menniskjum lívið.


MEN HETTA var ikki alt. Árini 1932-1933 vórðu Ukraina og grannaumráðini, har kosakkar búðu, rakt av stórari hungursneyð. Vanlukkan var fyri ein part ein avleiðing av tí landbúnaðarpolitikki, ið førdur varð, lutvís beinleiðis løgd til rættis av stjórnini í Moskva. Stjórnin kravdi av bøndrunum, at teir skuldu lata ríkinum meira grøði (m.a. til útflutnings), enn teir høvdu heystað. Sostatt var einki eftir til matna, tá hermenn høvdu kravt inn á gørðunum.

Meðan hungursneyðin herjaði, legði stjórnin hald á allar matvørugoymslur í tí hungursrakta økinum. Samstundis varð ansað væl eftir, at eingin hjálp frá umheiminum slapp inn í økið, har neyðin herjaði. Vanlukkan kostaði tilsaman o.u. 7 milliónum av menniskjum lívið. Hon er helst einasta dømið í heimssøguni um eina menniskjuskapta hungursneyð.

Tað er ógjørligt í eini stuttari grein at lýsa, hvussun henda hungursneyðin ávirkaði tað einstaka menniskjað ella tað einstaka húskið. Hetta kapitlið í heimssøguni ? forsøgan, hungurin, avleiðingarnar ? er væl og virðiliga lýst í bókini The Harvest of Sorrow (Sorgargrøðin) eftir enska søgufrøðingin Robert Conquest. Um støðuna hjá børnunum í Ukraina skrivar rithøvundurin Vasili Grossman:


Hevur tú nakrantíð sæð fotomyndir í bløðunum av børnum í týskum legum? Akkurát soleiðis vóru tey; høvdini vóru sum stórar kúlur á smáum, klønum hálsum, sum storkar _ og húðin var tambað uttan um beinagrindina sum gult sárbind _ Og tá várið kom, høvdu tey ikki longur andlit. Í staðin fyri høvdu tey høvd sum á fuglum, við nevum ? ella froskahøvd ? smalar, hvítar varrar ? og nøkur teirra líktust fiskum, við opnum munnum _


UM EIN í dag hyggur aftur um bak, er lætt at síggja, at bæði tann sovjetski valdsbygnaðurin, umhvørvið rundan um hann og tann hugmyndafrøði, sum hann spratt úr, høvdu átrúnaðarligan dám. Umframt tað umboðaði kollveltingin eina afturvendan til ta skipan og tey virðir, hon upprunaliga hevði vent sær ímóti.

Flokslimirnir vóru Guds úrvaldi skari. Í politbýronum sótu lærusveinarnir. Í aðalskrivaranum sameindist ímyndin av frelsara og keisara. Um høvur hans stóð ein dýrdarljómi, sum skein um alt tað gamla russiska ríkið. Móti honum reistust Antikrists fjøldir ? í fyrstu syftu m. a. kulakkar, tjóðskaparfólk og politiskir bólkar, ið ikki heilhugað tóku undir við flokskósini.

Tað var ikki meira, enn heimurin ansaði eftir tí vanlukku, sum hendi teir russisku bøndurnar og gjørdi Ukraina til eitt stórt Belsen. Grundirnar til hetta vóru fleiri. Heimurin hevði sína egnu búskaparkreppu at dragast við, og í januar 1933 sessaðist ein nýggjur, ljómandi Messias í hásætinum í tí mentaða Týsklandi.

Men ein høvuðsgrund var gandurin úr Kreml: mong upplýst fólk í Europa lótu seg tøla av tí sovjetsku propaganduni. Onkur blaðmaður, sum hevði verið á staðnum og sjálvur sæð neyðina, royndi at greiða frá, hvat veruliga fór fram eitt nú í Ukraina. Men fólk vildu treyðugt trúgva sannleikanum, og viðhvørt høvdu slíkir blaðmenn ilt við at fáa sínar greinir prentaðar. Tær 17 milliónirnar av ukrainabúgvum og russiskum bøndrum sluppu at doyggja í friði.

Teir, sum framdu hesi morð, høvdu messiasljóma um høvur. Hvør kundi megna at steðga slíkum monnum?


KORTINI HEVÐI verið skeivt at sagt, at Stalin og lagsbrøður hansara sluppu at fremja sín politikk púra uttan átalu ella mótstøðu innanífrá. Kommunisturin Martemian Rjutin var helst tann, sum harðligast fanst at tí politikki, sum førdur var frá o.u. 1929. Prísurin fyri hesar atfinningar var sjálvsagt deyðin. Osip Mandelstam yrkti eina háðaryrking um sjálvan aðalskrivaran. Hann varð fongslaður, tvingsilsfluttur og doyði í eini transittlegu ikki langt frá Vladivostok.

Men eisini í tí meira óflýggjaliga liðinum rundan um aðalskrivaran var ein ávís mótstøða ímóti at halda fram við tí hørðu kósini. Hóast morð ella avrætting uttan lóg og dóm vóru vanlig, longu meðan Lenin livdi, hættaði flokkurin sær í mong ár ikki at leggja hendur á sínar egnu limir. Stalin rak fleiri ferðir framundir, at limir kundu verða skotnir, men fekk ikki viðhald frá sínum lagsbrøðrum. Eitt mark mátti vera. So óstortsligir hesir menn vóru, vildu teir ikki, at blóð skuldi flóta í skara teirra úrvaldu.

So hendi tað, at Sergei Kirov - tann virdi og vinsæli floksskrivarin í Leningrad (nú Pætursborg) ? varð skotin tann 1. desember 1934. Hóast tað ongantíð er prógvað, halda søgufrøðingar tað vera ógvuliga sannlíkt, at morðið var lagt til rættis av hægsta stað. Hvussu var og ikki: ein betri undanførsla fyri at herða ta blóðugu kósina fekst ikki. Nú bar til at fara undir at reinska út av álvara.

Tann ræðuliga herferð, sum nú varð sett í verk, greinaði seg út til allar bólkar í samfelagnum og helt fram ? lutvís tálmað av 2. heimsbardaga ? til aðalskrivarin doyði í 1953. Tá ið avtornaði, var einki húski eftir í øllum tí velduga ríkinum, sum ikki var rakt av vanlukku.


IVALEYST VÓRU tað fyrst og fremst bólkar, ið umboðaðu okkurt slag av medviti, ið vóru fyri ágangi.Ein av hesum bólkum var intelligentsian og listaheimurin. Millum teir rithøvundar, sum antin vórðu jagstraðir ella myrdir, kann eg ? umframt Mandelstam - nevna Isaac Babel, Mikhail Bulgakov, Boris Pilnjak og Andrei Platonov.

Listin av lýsandi heilum, sum tað nýggja paradísið ikki helt seg hava brúk fyri, er langur. Pavel Florenski (1882-1937) var útbúgvin sum støddfrøðingur, men er meira kendur sum heimspekingur og gudfrøðingur. Hesin flogvitugi vísindamaðurin ? sum spáddi, at ein nýggj vísindagrein, kýbernetikkin, fór at taka seg upp ? varð skotin í eini legu á Solovkioyggjum í desember 1937.

Hvørja lagnu gávurík mentafólk kundu fáa í tí ríki, sum varð gróðursett í november 1917, er sjónleikarin og leikstjórin Vsevolod Mejerhold eitt gøtt dømi um. Mejerhold var handtikin í 1939 og skotin í februar 1940. Í brævi, sum hann skrivaði úr fongslinum til sovjetska forsætismálaráðharran Molotov, finna vit hetta brotið:


Teir, sum høvdu kanningina um hendur, fóru at brúka makt móti mær, einum 65 ára gomlum, sjúkum manni. Eg varð noyddur at liggja fram eftir rommum og síðani sligin við eini gummireim undir iljarnar og á ryggin. Teir noyddu meg í ein stól og slógu meg harðliga úr erva á føturnar _ Teir næstu dagarnar, meðan hesir somu partarnir av beinunum vóru taktir av stórum merkjum við bløðingum undir húðini, bardu teir aftur tey reyðu, bláu og gulu merkini við reimini og pínan var so nívandi, at tað føldist, sum varð kókandi heitt vatn stoytt niður yvir hesi viðkvæmu støðini. Eg ýldi og græt so ilt fekk eg.