Jóna Kristin Thomsen sýnir í hesum døgum fram listaverk í mentanarnátt í Nuuk, Grønlandi.
Verkið er ein visuel panorama og er ein koreografisk og rytmisk kompositión millum livandi myndir á trimum skermun.
Myndirnar eru filmaðar í Føroyum og tónleikin hevur írski komponisturin, Robert Jack, skrivað.
Installatiónin verður væntandi at síggja í Føroyum í vár.