Jóna Rasmussen í Oynni

Listakvinnan Jóna Rasmusen lat sunnudagin upp framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Grafikkur og málningar hanga uppi og sjálv metir Jóna, at litríku málningarnir viga mótvegis grafikkinum, sum er í svørtum og hvítum

Gallarí Oyggin á Tvøroyri hevur í heyst havt nógv nøvn á skránni og í desember er tað listakvinnan Jóna Rasmussen, sum sýnir fram.
                      Jóna er kanska mest kend fyri síni grafisku verk, men hon málar eisini og hevur gjørt tað í mong ár.
- Eg havi málað síðani eg var eini 14 ár. At eg so fór at taka lut, tá møguleiki var at læra seg grafikk og at eg helt fram, hevur helst gjørt, at eg eri blivin sjónligari, sigur Jóna Rasmussen.
                      Litríku málningarnir viga mótvegis svørtu og hvítu grafikkverkunum, metir listakvinnan.
                      Onkur av málningunum er sera bláur og onkur hevur nevnt hetta fyri Jónu, sum tók hetta til sín, men tó helt, at málningurin var sum hann átti.
                      Og mong av listaverkunum hava dám av sjógvi og sjólívi og tað metir listakvinnan er náttúrligt. Sjálv hevur hon sjólívið nær í gerandisdegnum og føroyingar síggja sjógv og harvið blátt nærum hvar teir so venda sær.
                      Sjógvur og sjólív seta dám á og annars eru tað náttúrulýsingar. At sinnislýsingar ? kanska í samband við sjólív - eisini fáa rúm sæst á verkheitum sum t.d. Fráferð og Longsul.
                     
Onnur við
Onnur listafólk eru eisini við, nú Jóna sýnir fram. Hetta eru listafólk úr Suðuroynni, sum hava nøkur verk við á sýningini.
                      Hans Jørgen Remmer er í Suðuroynni kendur fyri sín dugnaskap og hann hevur vatnlitsmyndir við og Michael Thomsen úr Hvalba hevur framúr vakra keramikklist við. Palle Julsgart, ið rekur Gallarí Oyggin, sýnir eisini fram nakrar av nýggjaru málningum sínum.