Jónas bestur í Íslandi

Tað hevur gingið væl hjá føroysku landsliðsspælarunum í íslendskum fótbólti. Nú kappingin er hávlrunnin, er Valur næstfremst. Eftir ellivu umfør er KR á odda við 27 stigum, og Valur er næstfremst við 23 stigum.

Íslendskir fjølmiðlar hava sett toppliðið, sum er samansett av teimum spælarunum, ið tíðindamenninir halda vera teir, ið higartil hava staðið seg best.

Ein av føroysku spælarunum er millum hesar ellivu. Tað er Jónas Þór Næs, ið er høgri vongverji. Tá ið liðið varð kunngjørt á sjónvarrásini Støð 2 søgdu serfrøðingarnir, at Jónas spælir altíð væl, og at hann ikki ger mistøk.

Oddaliðið KR eigur fimm spælarar millum hesar ellivu. Umframt Jónas eru tveir aðrir spælarar úr Vali settir á hetta liðið.

12. umfar hevur verið í vikuskiftinum. Síðsti dysturin verður spældur í kvøld. Valur við trimum føroyskum landsliðsspælarum millum teir fyrstu ellivu vitjar FH á Hafnafriði.