Jónas og teir taptu

Frem spældi sunnudagin seinasta heimadystin í hesum kappingarínum. Dysturin var ímóti Braband, sum vann 2-1. Tað vóru tó teir á heimaliðnum, sum komu best frá byrjan. Longu tað góðir 10 minuttir vóru spældi, legði Wassin El Banna Frem fram um 1-0. Men fyri hálvleik hevði Braband vent dystinum við tveimum málum. Jónas Tór Næs spældi allan dystin høgri bakkur, og hesaferð var eisini pláss fyri Atla Gregersen á vøllinum seinastu minuttirnar.