Jónas til íslendskan fótbólt

Sostatt er hann triðji føroyski landsliðsleikarin, íslendska felagið hevur knýtt at hópinum, síðani Kristján Guðmundsson, sum stóð á odda fyri HB fyrr í ár, tók yvir í Vali. Hinir báðir eru gamli liðfelagin hjá Jónasi í B36, Christian Mouritsen, og Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur verið partur av landsliðshópinum.

Sambært heimasíðuni hjá Vali, er talan um ein tveyára sáttmála, felagið hevur gjørt við Jónas.

 

Umframt at hava spælt við B36, hevur Jónas Þór Næs eisini umboðað bæði NSÍ og AB í Føroyum. Haraftrat hevur hann spælt við bæði Fremad Amager, BK Frem og HB Køge í Danmark.

 

Jónas Þór Næs er skrásettur fyri 18 landsdystir og er úttikin til venjingardystin móti Skotlandi, sum verður 16. november.