Jónhard spældi seg í hitan

Landsliðsvenjarin sá síðsta sunnudag Atla Danilesen vinna tvídystin á miðvøllinum ímóti Súna Olsen, sum heilt víst verður á vongverjanum í Sveis. Nú umhugsar venjarin, hvat hann skal gera við KÍ liðformannin

LANDSLIÐIÐ

Henrik Larsen, landsliðsvenjari, var síðsta sunnudag í Gøtu og hugdi at GÍ og KÍ. Ivaleyst hevur hann við egnum eygum vilja fingið staðfest, um hann skal hugsa meiri um møguleikan, sum varð nevndur undan heimadystinum ímóti Malta. Tann møguleikin var, at Súni Olsen kanska átti at havt verið royndur longri frammi á vøllinum.
Tá ið landsliðsvenjarin fór úr aftur Gøtu, mundi hann hava fingið svar upp á tann spurningin. Samstundis hevði tað, sum hann hevði verið eygnavitni til, birt ein nýggjan spurning, sum landsliðsvenjarin eigur at hugsa um.
Súni Olsen sannførdi ikki venjaran sunnudagin um, at hann eigur at flytast av vongverjanum í høgru og longri fram á vøllin. Tí verður Súni eisini í Sveis vongverji. Nýggi spurningurin, sum venjarin fekk at hugsa um í Gøtu, var, hvat hann skal gera við Atla Danielsen. Hann kom als ikki á vøllin, tá ið Malta og Føroyar spældu. Sum vit hava skilt tað, hevði føroyski venjarin ætlað, at allir spælararnir skuldu koma á vøllin. Men av einari ella aðrari orsøk var misskiljing komin í, so maltesarnir ikki vóru greiðir yvir hetta, og í síðsta enda lupu Atli Danelsen og Kári Nielsen av, um tað ber til at siga tað soleiðis.
Bæði Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen hava áður sæð, at tað er dugur í Atla Danielsen, og sunnudagin sá landsliðsvenjarin, at KÍ liðformaðurin greitt vann tvídystin við skotsterka gøtumannin, Súna Olsen. Atli Danielsen vísti sannførandi avrik. Spurningurin er so, um tað verður pláss fyri honum millum teir fyrstu ellivu. Hann man standa frammarlaga, um venjarin hugsar um at gera broytingar.
Fróði Benjaminsen, sum bæði er bóltvinnari og ein fínur fótbóltsspælari, verður neyvan fluttur av sentrala miðvøllinum. Í stórum avbjóðingum sum teimum ímóti Sveis á útivølli og Fraklandi á heimavølli, er Julian Johnsson hentur. Eingin megnar at renna so nógv sum hann, og serliga síðstu løtuna er hann hvørja ferð eyðsýndur um bóltvinnari.
Nú hevur Henrik Larsen úttikið teir átjan, sum hann vil hava við til Sveis, og ivaleyst fer hann undir venjingunum í Sveis at føla seg eitt sindur fyri og hava eitt vakið eyga við, um nú broytingar skulu gerast, og um tað, sum hann sá Atla Danielsen útinna í Gøtu, kanska kann nýtast í altjóða uppgávu. Tað er upp til venjaran at gera av.

Jónhard í hitanum
Tað er ikki talan um kollveltandi broytingar, nú landsliðsvenjarin hevur boðsent teimum átjan, sum hann vil við til Sveis. Tað var heldur ikki roknað við kollveltandi broytingum, og soleiðis eigur tað heldur ikki at vera.
Upprunaliga var Jónhard Frederiksberg ikki úttikin til dystin ímóti Malta. Tá ið tað dystarmorgunin var greitt, at Todi Jónsson kortini ikki fór at verða førur fyri at gera come back, vórðu boð í skundi send eftir Jónhardi. Hann slapp at royna seg í ein hálvan tíma, og venjarin man hava mett avrikið at vera hampuliga gott. Jónhard er í hvussu so er biðin aftur.
Todi Jónsson roknaði ikki við, at lítli løsturin, sum var orsøk til, at hann ikki var førur fyri at spæla ímóti Malta, fór at halda honum leingi frá fótbólti. Seinnapartin í fyrradagin vandu Todi og liðfelagarnir í FCK fyri fyrst ferð, eftir at arbeiðssteðgurin í donskum fótbólti var av, og landsliðsvenjarin hevur enn eina ferð sent boð eftir fyrrverandi liðfelaganum hjá sær í FCK. Allir hinir útisetarnir í donskum fótbólti, sum hava verið raktir av arbeiðssteðgi í eina viku, hava eisini fingið landsliðsboð. Tað ber við sær, at Kári Nielsen, sum fyrr í ár fyri fyrstu ferð var á landsliðnum, og sum á oddaliðnum HB hevur fingið alt størri leiklut á miðvøllinum, í fyrstu atløgu er uttanfyri átjan manna hópin, sum fer av landinum mikudagin.
Teir átjan, sum eru boðsendir at umboða Føroyar í fyrsta undankappingardystinum, har málið er HM endaspælið í Týsklandi í 2006, eru Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen, sum eru málverjar. Útispælararnir eru Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Johan B. Hansen, Súni Olsen, Jákup á Borg, Jann Ingi Petersen, Julian Johnsson, Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum, John Petersen, Jónhard Frederiksberg og Todi Jónsson.