Jørðin ristir undir Norðurkorea

Tríggjar mánaði eftir royndarspreinging ristir jørðin framvegis undir Norðurkorea. Tí í dag hava tveir minni jarðskjáltar verið sama stað, sum spreingingin fór fram. 

 

 

Amerikanska tænastan USGS, sum mátar slíkt, hevur mált tveir skjálvtar á ávikavist 2.9 og 2.4 í sama øki. Bæði USGS og CTBTO, sum hevur eftirlit við altjóða forboði móti atomroyndarsprongingum halda, at jarðskjáltarnir eru komnir orsaka av hesum.

 

 

- Tað er allarhelst orsaka av atomroyndini. Tá ið ein stór atomroynd verður gjørd, so flytir yvirflatan á jørðini seg, og tað tekur tíð. Tað hava verið nakrir jarðskjáltar síðani, sigur ein ókend kelda hjá USGS, sambært Ritzau. 

 

 

Stjórnin í Norðurkorea sigur, at royndarspreingingin var av einari brintbumbu, men serfrøðingar ivast í hesum. Tað er breið semja um, at talan er um eina stóra atombumbu heldur. Áður hava serfrøðingar roknað seg fram til, at bumban eigur at vera 10 ferðir sterkari enn tær atombumbur, sum USA tveitti á Japan undir øðrum veraldarvardaga. 

 

 

/ritzau/Reuters