J.R.R. TOLKIEN OG RINGANNA HARRI

    

ILÚVATAR OG SAURON

Í UPPHAVI var Eru, sum á okkara máli verður rópt Ilúvatar. Hann var ein mikil og floygdur andi, sum sendi sínar tankar út í tómleikan, har teir yndisliga mólu hvør um annan og myndaðu alføgur skap, ið vóru sum hin fagrasti, himmalski tónleikur. Á henda hátt skapti Ilúvatar Ainarnar, heimsins fyrstu og hægstu andar. Teir vóru algóðir og sýntust ósjálvsøknir. Kortini hevði ein teirra - Melkor - hug at virka í sjálvdrátti, og soleiðis kom tað fyrsta misljóðið inn í heimin. Men Ilúvatar, hin upphavligi, skapti sum svar uppaftur fagrari og víðfevndari tónleik, so at eisini misljóðið gjørdist ein veftur í skaparverksins fullkomna plaggi.
Og soleiðis bar tað á, at ikki bara álvar vórðu skaptir, valir, eldar, ljósálvar og døkkálvar, men eisini menniskjur og dvørgar og somuleiðis eitt nú tær stóru og seinføru træverur, sum rópast entar, og minni tespiligir skapningar sum trøll, tussar, urukheiar, lindormar og balroggar. Og lond vórðu til, teirra millum tað gamla ríkið Númenor og seinni eisini Gondor og Rohan.
Men um hetta mundið hevði misljóð av álvara tikið seg upp í heiminum. Valin Gorgoth stjól teir dýrabaru silmarillarnar, av hesum stóðst mikil bardagi, og álvanna glæsiligi staður Beleriand sakk í havið. Tann áðurnevndi ainin Melkor tók sær somuleiðis óráð fyri, gjørdist treiskur og óflýggjaligur, so at hann brátt fekk heitið Myrkursins Drottur. Og hansara fremsti tænari var Sauron. Sauron smíðaði Ringin Eina, og hansara veldi vaks, til ein øgilig fylking av álvum og dýrum og menniskjum fór í orrustu ímóti honum á fløtuni Dagorlad. Men seinni feldi Sauron Elendil kong, og svørðið Narsil brotnaði í lutir tvá. Men Ísildur, sonur Elendil, tók Narsil og skar við tí brotna svørðinum ringin av Saurons hond. Og hetta er baksýnið fyri teimum hendingum, sum sagt verður frá í Ringanna Harra.


TOLKIEN - MÁLFRØÐINGUR OG SKALD

EIN KUNDI hildið, at ein skapanarsøga sum henda (ið her er endurgivin við fáum orðum) er sprottin so líðandi úr einum tjóðarmedviti, eins og tann keltiska, norrøna ella grikska.
Men í roynd og veru er hon skapt av einum manni. Hesin maðurin æt John Ronald Reuel Tolkien. Hann varð føddur í 1892 í Bloemfontein í Suðurafrika. Faðirættin var týsk, komin til Onglands í fyrru helvt av 18. øld, kanska nakað eftir at Georg Fyrsti, sum tann fyrsti av Hannoverættini, settist á hásætið í Onglandi. Í 1895 flutti familjan úr Suðurafrika til Onglands, men longu í barndóminum misti Tolkien bæði foreldrini. Hann vaks upp í Birmingham, í vestara parti av Miðonglandi, í einum katólskum umhvørvi.
Tá ið Fyrri Veraldarbardagi tók seg supp, varð Tolkien innkallaður, og hann luttók, sum yvirmaður millum fótfólkið, í teimum ræðuligu bardøgunum á Somme-hermótinum frá juli til oktober 1916. Har misti hann tveir av sínum bestu vinum, fekk skotgravarfepur og varð heimsendur.
Eftir kríggið las Tolkien málfrøði, og í 1925 gjørdist hann professari í angulsaksiskum við lærda háskúlan í Oxford. Hann var tiltikin sum undirvísari. Men hann var eisini granskari, hansara fyrilestur, hildin í 1936, um angulsaksiska fornkvæðið Beowulf var slóðbrótandi, og er enn í dag dyggasta ritgerð, sum skrivað er um hetta evni.
At fáast við málfrøði var, soleiðis sum Tolkien hugsaði sær hetta arbeiði, ein munin floygdari og víðsveimdari vísindagrein, enn hildið verður í dag. Tolkien helt, at málfrøði og skaldskapur vóru tveir tættir í eini heild, og at annar tátturin ikki kundi vera hin fyriuttan.
Men treyðugt so, onkuntíð kundi undirvísingin kennast møtimikil, og har serstakliga kanska stílrættingin. Og sum nú Tolkien ein dag situr og rættar stílar, kemur hann fram á eitt tómt ark. Í spølni og sum fyri at lætta um tað keðsama arbeiðið skrivar hann tá á arkið hesi orð: Í einari holu í jørðini búði ein hobbi. Við hesum setningi gjørdi Tolkien lopið frá málfrøðingi til skald, eitt lop, sum var púra í samsvari við ta varsjón um skaldskap og málfrøði sum systrar, ið longu er umrødd.
Hansara fyrsta skaldsøga Hobbin kom út í 1937. Um hetta mundið hevði Tolkien leingi arbeitt við einum øðrum verki, eini skapanarsøgu ella mýtologi. Hetta verkið - The Silmarillion - sum sipað varð til fyrst í hesi grein, kom út í 1977, fimm ár eftir deyða Tolkiens, greidd til prentingar av soni hansara Christopher. Tað fagurbókmentaliga høvuðsverkið hjá Tolkien Ringanna Harri, sum kom út á fyrsta sinni 1954-55, er ikki bara eitt framhald av Hobbanum, men eisini og samstundis sprottin úr hesi veldugu og merkiligu skapanarsøgu.


RINGANNA HARRI

TAÐ GAMLA ríkið Númenor, eisini rópt Vesturland, sum fyrr er umrøtt, gekk til grundar í árinum 3319 í Øldini Aðru. Ríkisins seinasti kongur Elendil slapp saman við sonum sínum til rýmingar og grundaði í Miðgørðum londini Arnor og Gondor. Um hetta mundið hevði Sauron smíðað ringin, sum hevði megi fram um aðrar ringar og megnaði at gera sín eigara ósjónligan. Vit hava longu greitt frá, hvussu kongurin Ísildur, sonur Elendil, tók ringin frá Sauron. Men Ísildur sprakk, eltur av tussum, í ánna Andúin, ið rennur millum Gondor og Mordor. Har misti hann ringin og varð síðani sjálvur dripin.
Nú bar so á, at ein lítil maður, róptur Déagol og skyldur við hobbar, ein dagin fann ringin. Men hann varð brátt dripin av vini sínum Sméagol, sum tók ringin, krógvaði seg í einum fjallahelli og goymdi ringin í mong hundrað ár. Sméagol, sum er betri kendur sum Golli, var fyri tí óhappi at missa ringin, sum so varð funnin av hobbanum Bilbo, sum aftur noyddist at lata skyldmannin Fróða fáa hann.
Um hetta mundið hava tveir nógv mætari harrar, nevniliga áðurnevndi Sauron, sum nú valdar í Mordor, og Gandálvur, ein av teimum sjey istarunum ella gandakallunum, fingið frænir av, at ringurin er til, og hvar á leið hann er fjaldur. Hetta er orsøkin til, at Gandálvur ein fagran dag seint í Øldini Triðju kemur at vitja Fróða í Hobbabøi í Sýsluni. Soleiðis byrjar søgugongdin í Ringanna Harra, sum í roynd og veru er ein alheimlig glíming millum Gandálvs bjarta og Saurons ónda vit, ein hólmgonga, sum samstundis hevur við sær, at teir hugnaligu og friðsælu hobbarnir gera lopið úr nítjandi øld aftur í fornøld og frá gerandisdegi til arketýpu.


SVEIM OG TÍÐARVIÐMERKING

HENDA SKALDSØGAN er, sum mong ásanna í dag, merkilig og veldug. Tá ið hon kom út miðskeiðis í fimtiárunum í seinastu øld, vóru mong hugtikin, men mætir bókmentafrøðingar, eitt nú amrikanarin Edmund Wilson, feldu annan dóm yvir hana. Hetta var í eftirkrígstíðini, tá vreiðir, ungir høvundar í realistiskum og speisomum verkum lýstu Bretlands imperiala svanasang, og Tolkiens samtíðar-menn, James Joyce og T.S. Eliot, vóru meginsólir í bókmenta-heiminum.
Tolkien umboðaði eitt bók-mentaslag, sum um hetta mundið ikki var virt av øllum - nevniliga sveim: hetta at skapa, í ævintýranna slóð, ímyndað ella gyklað univers. Hansara fyrimyndir vóru m.a. aðrir enskir sveimhøvundar, eitt nú Dunsany lordur, Rider Haggard, einamest kendur um okkara leiðir fyri bókina Nám Sálomons kongs, og kanska serstakliga William Morris.
Tann móttøka, Tolkien fekk, var - sum skilligt er í dag - eyðkend av tí blandingi av hugmóð og stuttskygni, sum mangan eyðkennir virdar skaldskaparmetarar. Í stuttum var hugmyndin, kunngjørd hátíðarliga ex cathedra, tann, at skaldskapur, um nakar dugur var í honum, átti í minsta lagi at vera keðiligur. Hetta minstakrav megnaði Tolkien als ikki at lúka, tvørturímóti, tí ikki bara er hann sum høvundur ongantíð keðiligur, men yvir hansara verkum - og serstakliga Ringanna Harra - leiftrar ikki bara spenningur, men merkiligur og ríkur fagurleiki.
Og umframt tað hevur eftirtíðin víst, at Tolkien, eins og undan honum Karin Boye og George Orwell, og eftir hann Astrid Lindgren, hevur megnað at lýsa sína egnu øld á meira viðkomandi hátt enn mangur realistur. Hansara slag av sveimi er sostatt nettupp ikki, sum upprunaliga varð kastað honum fyri, veruleikaflýggjan, men tað øvugta.


SLÓÐIN EFTIR SNORRA

AFTRAT HESUM kemur eitt annað eyðkenni, sum eigur at vekja ans í huganum á ikki minst norðbúgvum, og her serstakliga íslendingum og føringum. Vit hava longu nevnt, at Tolkien var málfrøðingur, og her kann verða lagt aftrat, at hann sigst vera tann onglendingur í nýggjari tíð, sum var kønastur í angulsaksiskum. Umframt tað var hann kønur í fornnorrønum og dugdi eisini keltisk mál. Sagt verður um hann, at í hansara skaldsligu skapan komu orð og nøvn fyrst, í teirra slóð søga og skaldskapur, við øðrum orðum: málið kveikti, við sínum ríka farra av hugasambondum, søguna.
Íblástur til søgu, og til nøvn, mál, evnir og ímyndir, fekk Tolkien úr mongum málum og mentanum. Álvamálið í Ringanna Harra tykist t.d. ávirkað bæði av keltiskum og finskum, nøvn sum Pippingur og Meriadok eru hinvegin frankisk, meðan øll konganøvnini í landinum Rohan eru angulsaksisk. Tá ið Boromir í øðrum parti av Ringanna Harra, álopin av fjallatussum, í síni neyð blæsir í lúður, nærkast vit søgu og ímyndum, sum vit kenna frá Ámunds Rímu og Runsivalsstríði, og sum Tolkien ivaleyst kendi úr Karlamagnusar Søgu ella tí franska Rólantskvæðinum.
Men tann ríkasta fongin av søgu, nøvnum og ímyndum bæði í Hobbanum og í Ringanna Harra fann Tolkien ivaleyst í norrønum skaldskapi. Samrøðan millum Bilbo og drekan Smák í Hobbanum fær ein at hugsa um samrøðuna millum Sjúrð Sigmundarson og drekan Fávnir, sum kemur fyri í Fávnismáli í Eldru Eddu. Eitt annað brot í Hobbanum, har Bilbo og Golli kappast um at gita gátur, kann førast aftur til gátukapping í tí fornensku yrkingini Sálomon og Saturn. Gátukappingar av sama slagi finna vit í norrønum fornsøgum, sum sæst eitt nú í Søguni um Heiðrik Kong hin Vísa og tí føroysku Gátu Rímu. Og 16 av sínum dvørganøvnum hevur Tolkien lænt beinleiðis og óbroytt at kalla úr Vøluspá, sum skilst av m.a. hesum ørindum (her týdd eftir førimuni):

Har var Mótsognir
mætastur skaptur
av øllum dvørgum,
og Durin annar;
teir mannlíkar
mangar gjørdu,
dvørgar úr jørð,
sum Durin segði.

Nýi og Niði,
Norðri og Suðri,
Eystri og Vestri,
Altjóvur, Dvalin,
Bivur og Bávur,
Bombur, Nóri,
Àn og Ánar,
Ái, Mjøðvitnir.

Umframt hesar verða nevndir í Vøluspá Gandálvur, Tráin, Trór, Fíli, Kíli, Fundin, Glóin, Dóri og Óri - alt garpar, vit finna aftur hjá Tolkien. Her eiga vit sjálvsagt at minnast, at Gandálvur, sum í Vøluspá er dvørgur, í Ringanna Harra er ein nógv mætari og tignarligari harri.


DIMMISKÓGUR

MEN UMFRAMT hesi og onnur persónsnøvn hava eisini mong staðanøvn í Ringanna Harra norrønan dám og uppruna. Áin Anduin fær ein at hugsa um ánna Dún, sum sjálvsagt er Donau, og Rohan fær hugan at leita til Reiðgotaland frá fólkaflytingartíðini. Í Skírnismáli sigur Skírnir, tá hann av Froyi verður sendur á biðlaferð, við hest sín, at teir noyðast at fara "um slavin fjøll, yvir tussatjóð". Hetta eru Tokufjøllini, sum Bilbo fer yvirum, og har hann hittir teir tussar, sum Tolkien rópar orkar.
Ikki minni áhugavert er staðanavnið Dimmiskógur, sum Tolkien rópar Mirkwood. Hesin Dimmiskógur, markið eystarlaga í Europa millum fjøll og vallfløtu, verður av Tolkien til tað ókenda - bæði óunniliga og hugtakandi - landið millum siðmenning og heidnan ruðuleika. Í Eddakvæðum verður greitt frá, hvussu gjúkagarpar ríða gjøgnum Myrcvið inn ókunna at gista Artala kong á Húnalandi. Í Søguni um Heiðrik kong hin Vísa krevur Hløður frá hálvbeiggja sínum Angantýri Hrís þat it mæra, er Myrkviðr heitir: tann gitna skóg, sum rópast Dimmiskógur. Kravið endar við vanlukku, sum skilst av hesum orðum, sum Ormar sigur við Angantýr:

Sunnan eri eg komin
at bera hesi tíðindi:
nú brennur hin mæta
Myrkviðar heiði,
og Gotaland drívur
av mannablóði.


ÓÐIN, GANDÁLVUR OG ANDVARANAUT

HER SKULU bara verða nevnd tvey dømir aftrat um tað serliga norrøna-tolkienska vegamótið, sum er so sjónskt í Ringanna Harra. Tann norrøni og forngermanski gudurin Óðin er ein sera samansettur skapningur, bæði kongur og gandakallur, tann sum stýrir og valdar, og tann, sum skapar deyða og ruðuleika. Hann er eisini heiðin prestur, og meira enn tað, ein gátuførur shamanur, sum ofrar seg sjálvan til síns sjálvs, heingir seg á Yggdrasill og er burtur, kanska í deyðans ríki ella Hel, í níggju samdøgur.
Hetta fær ein at hugsa um, hvussu Gandálvur, eftir bardagan við balroggin á brúnni í Khazad-dûm, verður togaður niður í dýpið og har tykist gera eitt slag av deyðsferð. Gandálvur, tann gamli maðurin við stavi, sum bæði dugir meira enn at mæta seg og megnar bæði deyða og endurføðing, tykist at sipa ikki so lítið til Óðin. Onkur hevur hildið fyri, at Óðin, tann fjølbroytti og margtýddi, verður førdur gjøgnum Tolkiens kristna sáld, og síðani greinar seg sundur og verður til Sauron (óndskap og deyða), Saruman (svikara) og Gandálv (tann góða gandakallin).
Skyldskapurin millum Gandálv og Óðin fær eisini stuðul, um hugsað verður um, at eins og Gandálvur hevur eyguni eftir Fróða, ringberanum, soleiðis hevur Óðin, verndargudur hjá Vølsungum, eyguni eftir Sjúrði Sigmundarsoni, sum sigst í Regin Smiði:

Ein kom maður á vøllin fram,
vá við eggjateini,
eittans eyga í heysi ber,
og knepta brók á beini.

Í Ringanna Harra koma fyri mangir merkiligir lutir, nakrir teirra ímyndir, sum sipa bæði til kristna og heidna mentan. Har eru teir sjey palantírarnir, teir fjarskoðandi steinarnir, sum Elendil og synir hansara hava við sær úr Númenor. Um lembas-breyðið, sum hobbarnir fáa frá álvunum og hava við sær sum ferðamat, og sum ikki slær falskar mentir, skal Tolkien hava sagt, at tað í grundini er altarbreyð.
Og so eru tað ringarnir, teir sjey, teir níggju og teir tríggir - Narja, Nelja og Vinja - sum álvarnir fáa. Mætastur av øllum er Ringurin Eini, sum valdar teimum sjey og teimum níggju.
Ringin sum ímynd finna vit eitt nú í Karlamagnusar søgu. Í norrønum skaldskapi verður greitt frá, at Loki, á ferð saman við Høniri og Óðini, er so óheppin at drepa Otur, sum er bróðir Regin og Fávnir. Teir krevja nú skaðabøtur, og Loki fer tí niður til dvørgin Andvara og noyðir hann av við ein hóp av gripum, teirra millum tann dýrabara ringin, sum Andvari í síni vreiði ger til ein óeydnisring, og sum fær navnið Andvaranaut.
Klingran av óeydnu, sum ringurin í sínum skapi ímyndar, tekur beinan vegin við og er fyrst Regini, síðani Fávni og endiliga Sjúrði at bana. Hetta er sami ringur, sum ber tónaverkið Der Ring der Nibelungen eftir Wagner og Ringanna Harra eftir Tolkien. Men - sum vit seinni skulu síggja - vendir Tolkien søgugongdini heilt við.


Á SLÓÐINI EFTIR GRIMM OG LÖNNROT

Men latið okkum, áðrenn vit hyggja at ringsins ferð úr Sýsluni, royna at sessa Tolkien í einum mentunarsøguligum samanhangi. Sagt verður, at tað harmaði hann nógv, at Ongland ikki, eins og mong onnur europeisk lond, átti eitt ríkidømi av forn- og miðaldarskaldskapi. Her hevði hann kanska serliga grund til at øvunda sínum egnu ættmonnum, týskarum, at teir, m.a. takkað veri søvnunum hjá brøðrunum Jacob og Wilhelm Grimm, áttu eitt ríkidømi av søgum og ævintýrum, sum vóru fólksins støði og andaligi ljómbotnur. Á sama hátt hevði Elias Lönnrot í Finnlandi í 1830-árunum burtur úr finskum hetjuskaldskapi skapt og savnað tjóðkvæðið Kalevala. Og, kunnu vit leggja aftrat, sama bragdið útintu Sven Grundtvig, V.U. Hammershaimb og Jakob Jakobsen í Føroyum.
Ringanna Harri er, sum Tom Shippey professari (hvørs bók J.R.R. Tolkien. Author of the Century, 2001, eg einamest havi styðjað meg til í hesi grein) hevur víst á, Tolkiens svar upp á avrikini hjá brøðrunum Grimm og Lönnrot. Við hesum verki, sigur Shippey, leitaði Tolkien aftur í forna tíð eftir einum ímyndaðum heimi, sum, helt hann, eina ferð veruliga hevði verið til í tjóðarinnar heildarmedviti. Samanberingin er áhugaverd, men so mugu vit leggja aftrat, at andsvarið hjá Tolkien er av serligum kreativum slag.


RINGLIÐIÐ

RINGANNA HARRI er býtt sundur í seks partar, sum vanliga verða givnir út í trimum bindum, við tveimum pørtum í hvørjum bindi. Og tað er fyrsta bind, Ringliðið, sum fevnir um tíggju kapittul og 468 síður, sum nú er komið út á føroyskum, í týðing eftir Axel Tórgarð.
Vit hava longu nevnt, at Gandálvur og Sauron hvør í sínum lagi hava fingið frænir av, at Ringurin Eini er til, og á leið hvar hann er at finna. Men Gandálvur er tann fyrri av teimum báðum, og ein fagran dag leitar hann Fróða upp í Hobbabø í Sýsluni. Um hetta mundið er Bilbo horvin, og Fróði hevur ringin. Gandálvur greiðir nú Fróða frá ringsins merkiligu søgu, og frá hvat vald er tengt at honum. Fróði er gyrdur í brøkur, tí øðrumegin er ikki ráðiligt at lata ringin frá sær, og hinumegin er Hobbabøur hóttur av vanlukku, so skjótt sum Sauron fær at vita, hvar ringurin er. Fróði vil sleppa úr hesi vandastøðu við at geva Gandálvi ringin. Men Gandálvur svarar:

Freista meg ikki. Tí at eg vil ikki vera sum tann Myrki Harrin sjálvur. Men kortini hevur ringurin funnið veg til mítt hjarta við miskunnsemi, miskunnsemi við teimum veiku og langtan eftir styrki at gera gott. Freista meg ikki! Eg tori ikki at taka hann, enntá ikki at hava hann í varðveitslu uttan at brúka hann. Hugurin at brúka hann vildi borið av megi míni.

Fróði veit sær nú ikki onnur ráð enn at rýma úr Sýsluni. Við í ferðini eru tænari hansara Sam Gamban og vinmenn hansara Pippingur og Káti. Teir eru fyri mongum merkiligum tilburðum, men rættilig gongd kemur ikki á søguna, fyrr enn teir kom til Klivdal. Her, í ríkinum hjá Álvrádna, hálválvinum, verður ráðstevna hildin. Millum teirra, sum taka orðið, eru dvørgurin Glóin, Álvrádni sjálvur, Gandálvur og tveir menn, sum fáa týdning seinni, Boromir úr Rohan og tann gátuføri Aragorn, róptur Stígur Flakkarin.
Tá ið ringsins søga og náttúra og tey politisku viðurskiftini í Miðgarði eru lýst úr øllum sjónarhornum, skulu tveir spurningar avgerast. Hvat skal gerast við ringin? Og hvør skal gera tað? Eftir nógv orðaskifti verður gjørt av, at ringurin skal berast aftur til Orodruin, dómadagsfjallið og blakast niður í eldrivuna, haðani hann upprunaliga kom. Tá ið hin spurningurin - um hvør skal bera ringin hagar - kemur fyri, verður tøgn:

Eingin talaði eitt orð. Fróði stardi at øllum andlitunum, men tey vóru ikki vend at honum. Alt ráðið sat við eygunum niðureftir, sum hugsaðu teir djúpt. Ein stórur ótti kom á hann, sum væntaði hann, at ein dómur fór at verða sagdur ... Ein ovurhonds longsul eftir at hvíla og vera í friði undir liðini á Bilbo í Klivdali fylti hjarta hansara. At enda spenti hann seg út og tók til orða, og undraðist um at hoyra síni egnu orð, sum onkur annar vilji brúkti hansara veiku rødd.
"Eg skal taka ringin," segði hann, "hóast eg ikki veit vegin."

Nógv hevur verið skrivað um, í hvønn mun Ringanna Harri sipar til sína samtíð. Sjálvur hevur Tolkien hildið uppá, at hetta verk ikki skal fatast eitt nú sum ein allegori um Annan Heimsbardaga. Hóast ein kann geva honum rætt í, at tað als ikki ber til at vísa á nakað eintýtt samband millum verkið og samtíðina, ber heldur ikki til at síggja verkið sum leyst frá hendingum í 20. øld.
Sum fyrr nevnt var Tolkien við í bardøgunum við Somme, har o.u. 600.000 enskir hermenn lótu lív. Tolkien segði seinni, at hann ongantíð gloymdi, hvussu fátækir enskir arbeiðarasynir í hesum bardaga - hóast teir ikki høvdu hug til kríggj og hóast dirvið mangan treyt - kortini, í ræðuligum skotgravarkríggi, vágaðu lívið fyri sítt land. Á sama hátt letur hann í Ringanna Harra hobbarnar, Periannath, teir veikastu og minstu, smáfólkið á ong og millum heyga, í stríðnum móti Sauron taka ta tungastu byrðina á seg.


TANN FØROYSKA ÚTGÁVAN

HÓAST FØROYSKIR høvundar longu fyri meira enn hundrað árum síðani skrivaðu eitt mál, sum var modernað, hevur føroysk týðing líka til í dag havt trupulleikar, sum helst standast bæði av orðavali og setningsgerð, við at koma á tal við lesaran.
Av somu orsøk er tað ein gleði at staðfesta, at tann føroyski týðarin hevur megnað at skapa eina endurgávu av tekstinum, sum at kalla onga frástøðu elvir millum lesara og tekst. Uppgávan hevur neyvan verið løtt, og eg giti, at Axel Tórgarð hevur hugsað ikki lítið um stíllegu og tóna, at finna eina fyrimynd, sum bæði hevur rúm fyri tí sagnar-, hetju- og ófrættakenda í skaldsøguni og talar til nútíðar lesarar, ikki minst ungdómin. Hetta, haldi, hevur sum heild eydnast honum.
Eg fari at nevna tvey dømi, sum kunnu lýsa útmørkini í hesi avbjóðing. Fyri "mánaðin" í árinum brúkar týðarin sniðið "máni", hetta er eftir mínum tykki rætt, tí í talaðum máli er eingin munur millum sniðini, hóast vit í samansetingum hava brúk tí fyrra sniðinum. Teir óhugnaligu Nazgûl hevur føroyski umsetarin valt at rópa "ringhamar". Upprunaorðið hjá Tolkien er ringwraiths (av angulsaksiskum: writhan), sum merkir: yvirsjón, fólk sæð í hamferð. Tann føroyska týðingin er sostatt bæði neyvari og nærri upprunamálsins ófrættadámi enn tað danska "ringånder".


ÓNDSKAPUR OG VALD

SUM LONGU nevnt ger høvundurin í formælinum til Ringanna Harra greitt, at skaldsøgan ikki skal fatast sum sipandi til tann stóra bardagan móti nazismuni, sum brimaði um tað mundið partar av bókini vórðu skrivaðir. Og sjálvsagt mugu vit geva høvundinum rætt, tá ið hann sigur, at hann ikki medvitið hevur havt eina slíka søguliga tilsiping í huga. Hinvegin eru granskarar, sum halda, at hetta verk ikki hevði kunnað verið skrivað í aðrari tíð enn tjúgundu øld.
Sum próvgrund fyri hesi hugsan kann verða ført fram, at ávís viðurskiftir tykjast sprottin úr veruligum hendingum. Tað Mordor, sum Fróði og Sam ferðast ígjøgnum á teirra endaligu ferð fram ímóti Orodruin, er t.d. meinlíkt tí oydna og brenda landslagnum við Somme, sum tað sá út, eftir at tað ræðuliga skotgravarkríggið í 1916 var av. Og virkisgarðurin eystan fyri Gondor, sum ongantíð verður brúktur, kann fáa hugan at leita til Maginot-linjuna hjá Fraklandi, sum týskurin fór norðurum, tá hann gjørdi innrás í Frakland í 1940.
Men størri týdning enn slíkir staklutir hevur tað, at einki ríki undan tjúgundu øld hevur framt so radikalan óndskap og trælabundið sítt fólk við so óavmarkaðum eftirliti sum Týskland undir Hitleri, USSR undir Stalin og - í nýggjari tíð - Irak undir Saddam Hussein. Tolkiens myrka Mordor-varsjón hevur alment gildi, men speglar samstundis aftur, næstan út í æsir, henda óndskap og hetta eftirlit.
Ikki minni áhugaverd er hansara varsjón av teimum níggju ringhamunum, Nazgûl, sum ikki hava hold ella kropp, men kortini bera brynju og hjálm og ferðast í lofti á andskræmiligum veingjaðum drekum. Ein slík hugbirting kann sjálvandi standa einsamøll, sum sjálvstøðug skaldslig skapan. Men hesi skepilsir, sum hava latið Sauron fáa bæði sál og likam, og sum nú eru mest sum hylkir, eru tey ikki ein frálík mynd av tí hugmyndafrøðiliga ráksnúninginum, sum hevur verið so sjónskur í tjúgundu øld?
Tað, sum ger Tolkiens lýsing serliga áhugaverda, er tað ljós, hann varpar á sambandið millum óndskap og vald. Ringurin ímyndar valdið og megnar at tøla ikki bara Sauron, men eisini mangar í ringliðnum, og eisini mong av teimum góðu. Hvørki Sam ella Bilbo eru óávirkaðir av ringsins árini, Galadriel veit av hansara tølandi mátti, Gandálvur ræðist hann, og Boromir er seinast í hesum fyrsta bindi fyri falli, av andaligum slag, av ringsins ávum. Og heldur ikki ringberin sleppir undan at glímast við hansara vald:

Hann hoyrdi seg sjálvan rópa: Aldri, aldri. Ella var tað: Ja, eg skal koma? Hann visti tað ikki. Sum eitt snarljós frá einum øðrum valdi kom ein onnur hugsan í sinni hansara: Tak hann av! Tak hann av! Býttlingur, tak hann av! Tak ringin av aftur!

Henda serliga varsjónin av óndskapi og valdi ger Ringanna Harra til ein ringviðgerð, sum í høvuðsheitum og á radikalan hátt víkir frá øðrum ringverkum, eitt nú Wagners ringi, Nibelungenlied, Vølsungasøgu og Sjúrðarkvæðunum. Í stuttum kunnu vit siga, at Tolkien í sínum verk bæði gevur tí fría viljanum innivist og samstundis noktar at lýsa óndskapin sum nakað, ið bara finst í Hinum Partinum. Víst er tað neyðugt, at bæði álvar, dvørgar, menniskjur og hobbar, bæði trø og fuglar, bæði Gondor og Rohan fylkjast til stríð ímóti Myrkursins Drotti. Men líka so neyðugt er tað, at tey stríðast ímóti teirra egna, innara Sauron.


J.R.R. Tolkien: Ringanna Harri. I. Ringliðið. Axel Tórgarð týddi. Myndprýðing eftir Trónd Patursson. Kort eftir Christopher R. Tolkien, Stephen Raw og Hans Tórgarð. Bókin er sett, prentað og innbundin av Hestprenti. Kostnaður 350 krónur, serligt jólatilboð 300 krónur. Forlagið Stiðin 2003.