Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ætlar at leggja fyri løgtingið uppskot um, at kommunur skulu sleppa at skriva út barnakekkar í staðin fyri barnafrádráttin í kommunuskattinum.
Í løtuni er kommunum ikki heimilað at lata barnafrádráttin í kommunuskattinum sum eitt útgjald heldur enn ein frádrátt í útroknaða kommunuskattinum.
Tað sigur Jørgen Niclasen í svari til Boga Andreasen, sum hevur havt sæti á tingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin.
Jørgen Niclasen sigur, at hann er samdur við spyrjaran um, at fyrimunurin við eini slíkari umlegging er, at man fær størri gjøgnum skygni viðvíkjandi barnafrádráttinum, ogmóttakarin leggur betri merki til, at hann fær peningin, tí hesin kemur kontant á kontuna í peningastovninum.
Eisini kann man siga, at barnafrádrátturin er ein stuðul til barnafamiljurnar og í grundini ikki nýtist at vera partur av skattauppgerðini, sigur hann.
Jørgen Niclasen sigur, at greitt er, at neyðugt verður at menna eina telduskipan til hetta endamál.
Eins og við botnfrádráttinum havi eg biðið fyrisitingina kanna, hvussu umfatandi hetta arbeiðið er, og hvussu nógv tað væntan di kemur at kosta. Tá eg havi fingið útgreiningarnar frá fyrisitingini, fari eg somuleiðis at tilevna eitt uppskot til politisku skipanina at viðgera, sigur Jørgen Niclasen.