Jørgen-Frantz Jacobsen

Tá ið Jørgen-Frantz Jacobsen doyði í mars 1938, bara 37 áragamal, læt hann eft-ir seg handritið til hesa bókina. Undan hesum er Jørgen-Frantz stigin fram fyri danska almenningin sum rithøvundur, skrivaði tvær bøkur um Føroyar*, eins og eitt ørgrynni av ritroyndum í „Politiken“ um føroysk, íslendsk, norsk og onnur norrøn evni, og fekk við hesum arbeiði tað orð á seg, at hann var greiður og lyndisfastur høvundur, ein maður, sum fór um sítt evni við myndugleika, reiðiligur, men á ein listarliga fangandi og stuttligan hátt.

Jørgen-Frantz Jacobsen, føddur árið 1900, keypmanssonur úr Tórshavn, var opin og positivur til, fjølgávaður, og av røttum varð nógv væntað av honum. Óivað hevði hann havt kunnað gjørt skreytir, bæði sum vísindamaður (søgufrøðingur) og sum politikari, hevði ikki harðvunnin sjúka forðað honum at gjørt tað, sum hann hevði hug til. Hesa sjukuna, tuberklarnar, fekk hann at dragast við longu á sínum tveyogtjúgunda ári, tá hann studentur búði á Garði, og hon ávirkaði hann øll árini, hann hevði eftir. Hon rak hann long tíðarbil á sjúkralegu og út í virkisloysi, men ongantíð megnaði hon at køva hansara lívsfýsni og anda. So hvørt ein fyribils bati gav honum frægari rásarúm, legði hann til brots, virkisfúsur, so sum hann var av lyndi. Hann tókst við politikk, kunnaðist nógvum fólki og mongum viðurskiftum, granskaði og ferðaðist, forelskaði seg - alsamt skrivandi, so sum hann heilt frá barnaárum hevði havt fyri neyðini. Drúgv verkevni legði hann á seg, ovtók seg ferð eftir ferð, so at hann versnaði aftur og legðist í seingina. „Urgan er sterk,“ var hann vanur at siga, „men kirkjan tolir hana ikki.“ Og so hvørt sum hann kom upp í árini, var kirkjan alt verri farin, men urgan líka balstýrin.

Heilt frá fyrstu ungdómsárunum fekst Jørgen-Frantz eisini við fagurbókmentaligt arbeiði. Nakrar yrkingar hevur hann skrivað, nakrar fittligar stuttsøgur og sjónleikir, og eftir hann lógu poetisk brøv og frásagnir í hundraðtali, ofta sum framúrskarandi náttúru- og ferðafrásagnir ella sum livsminni.

Skaldsøguna Barbu og harra Pál fór hann undir í 1934. Tá var sjúkan longu komin á villingarsama og hættisliga gongd. Tað mesta av bókini er skrivað á sjúkralegu, ofta undir umstøðum, sum skuldu eggjað til alt annað enn skapandi arbeiði. Men ikki lá til Jørgen-Frantz at falla í fátt. Hann læt seg ongantíð kúga, og allan mótburð bar hann við einum sinnalag, sum kann bara verða lýst við einum orði: hetjudjørvum. Eingin hevur á nøkrum sinni hoyrt Jørgen-Frantz Jacobsen gremja seg um ta óvanliga hørðu lagnu, hann av sonnum kom undir. Tvørtur ímóti tók hann ofta til, at hann var takksamur lívinum, ið hann altíð, so sum hann málbar seg, hevði verið væl í øgn við, og hvørs gávur hann hevði ikki sinni at leggja undir illgruna. „Aleina øll hesi føroysku fjøllini og dalarnir: Kirkjubøreyn, Reyðafelstindur, Sjeyndir - og allur hesin musikkurin: Bach, Mozart, Beethoven, Ravel ella Carl Nielsen! Ja, og so Kingo, Bellmann og La Rochefoucauld!“ so sum hann tekur til í einum av brøvunum.

Fýra mánaðir áðrenn hann doyði, skrivar hann einum vinmanni: „Mínum mozartska lívssýni skal tú dekan fari einki stúra fyri... Mitt magn er hetta, at eg strembi ikki eftir lukku og vælveru, men eri ásttikin av mini egnu lagnu.“ Í einum vanlukkuligum sjúkuherðindi, so at honum var neyðugt at leggja seg undir truplan og vandamiklan skurð, skrivaði hann hesi stoisku og sjálvspeiandi orðini: „Hetta er ein royndarstund, hetta her, men vil ein hava tað góða, verður hann at taka tað ringa við. Doyggi eg, fara tey at kunna skriva á mína grøv: Her hvílir ein, sum royndi mangt menniskjaligt og altíð var harmoniskt lukkuligur. Til endans kom hann eisini at kenna eitt fleyr av ellinnar meini.“

Sum skilst dámdi Jørgen-Frantz Jacobsen hvørki tað patetiska ella tað mystiska. Hin vegin var lívssýn hansara dæmt av humor, av tí ærliga og væl mergjaða slagnum, ikki sør fyri malurtarskál av hvassari atfinning og sjálvspei, og altíð íbundin teirri virðing fyri lívinum og tess eyðsæddu veruleikum, sum hann virdi meira enn alskyns ósmædnan og svikaligan, metafysiskan orðavavstur.

Evnið í skaldsøguni Barbu og harra Pál er úr føroysku søgnini „Beintu og Peder Arrheboe“ sum eigur sær søguliga grund. Ta vøkru, men illu prestakonuna Beintu, sum giftist ferð eftir ferð og veldur monnunum ólukku og deyð, fatar søgnin mestsum demoniska, sum ein blóðsúgva, ið er ill fyri illskapar sakir. Tann Barba, Jørgen-Frantz Jacobsen sigur frá, er eisini ófrættafuglur og blóðsúgvi á sín vís, men soleiðis lýst, at tú skilir hana, tær fer at dáma hana og tykir at enda synd í henni. Hvørki er hon demonisk ella mystisk, men í øllum sínum ósamsvarliga kvennleika sára menniskjalig. Sama er at siga um bókina yvirhøvur. Hendingarnar fara fram á døgum Fimta Fríðriks, men hetta er eingin fornlig lýsing, heldur mestsum nútíðarlig, hevði eg hildið, og alla bókina byggir Jørgen-Frantz á sjálvroyndir, ikki á lestur og bókmentaliga kanning. Hetta er bók um lív og ungdom, dæmd av skálkabrosi og yndi, av humor og poesii, men eisini litað av speisemis salttinnu og við sorgblíðum undirstreymi. Hana hevur maður skrivað, sum enn er ungur og smidligur í sinni, men longu uppslitin og eldur kropsliga, - maður, sum hóast meinsøktur og hóast allar svárar royndir ongantíð gjørdist beiskur, tí at hann „í góðum og illum“ og av sonnum var ásttikin av lívinum í tí skapi, sum hann hevði roynt tað.

* Danmørk og Føroyar (1927). Føroyar - land og folk (1936).

William Heinesen

Heðin M. Klein týddi eftir útgávuni frá 1939.