Leiðslan í Fólkaflokkinum hevur beint nú valt Jørgen Niclasen aftur til formann fyri flokkin.
Tað váttar Aage Arnholdsson, skrivari í flokkinum.
Leiðsla floksins fór á fund í morgun og beint nú er avgreitt, at flokkurin hevur endurvalt Jørgen Niclasen til formann og sostatt tók leiðslan undir við tilmælinum frá ting- og landsstýrisfólkum floksins, sum mælti til at velja hann aftur til formann.
Tað skilst eisini, at Jørgen hevði hampuliga stóran meiriluta í floksleiðsluni, men skrivarin hevur onga viðmerking til sjálva atkvøðugreiðsluna.
Annars vóru kreftir í flokkinum, sum vildu hava Anniku Olsen til forkvinnu, men nú avtornaði, stóð Jørgen Niclasen sterkari í flokkinum.