Tað var nú spell, at vit í andstøðuni ikki stóðu saman og tóku av møguleikanum at fáa nýval.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og formaður floksins, harmast um tað, sum fór fram í Løgtinginum í gjárkvøldið.
Løgtingið skuldi atkvøða um fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni. Men tað var stórur spenningur um úrslitið, tí samgongan var ikki fullmannað við tað, at Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum var burturstaddur.
Men tá ið atkvøðast skuldi, vísti tað seg, at Kristin Michelsen og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum, høvdu atkvøðugreipað. Tað merkir at teir høvdu avtalað, at av tí at Kristin Michelsen var burturstaddur, skuldi Magni Laksáfoss fara úr tingsalinum, tá ið atkvøðast skuldi, so at tað ikki fekk ávirkan á úrslitið. Og sostatt var fiskivinnunýskipanin samtykt.
Løgtingið skal tó atkvøða um hana eina ferð afturat, áðrenn hon er endaliga samtykt. Tað verður týsdagin, og tá er Kristin Michelsen afturkomin.
Men Jørgen Niclasen, formaður í hinum stóra andstøðuflokkinum, sigur, at hann hevði illbatan av, at okkurt lá í luftini, sum bar á hetta borðið, so hann er ikki fullkomiliga tikin á bóli av tí, sum hendi í gjárkvøldið.
Eg spurdi meg sjálvan, hví málið varð til viðgerar í gjár, hóast samgongan visti, at Kristin Michelsen var burturstaddur. Tað kann bara hava verið tí, at at samgongan føldi seg á tryggari grund, og tað vísti seg eisini at vera so, tí tá ið avtornaði, vísti tað seg, at tey høvdu gjørt avtalu um atkvøðugreiping við Magna Laksáfoss.
Hann sigur, at hetta er ein innanfloks spurningur hjá Sambandsflokkinum. Hann staðfestir, at flokkarnir í samgonguni stóðu saman, men kortini var tað so at ein tinglimur í Sambandsflokkinum gjørdi av at smoyggja sær út um hurðina og at bjarga samgonguni. Men tað var so hansara egna avgerð, leggur hann afturat.
Vit høvdu møguleikan at fáa nýval, men ongin keta er sterkari enn tað veikasta liðið og tískil lótu vit hendan møguleikan gleppa okkum av hondum.
– Og tað var spell, tí hetta var ein so mikið týðandi atkvøðugreiðsla, at tað var ein spurningur um lív ella deyð hjá bæði samgongu og fiskivinnunýskipan. Men ketan hevði eitt veikt lið, og sostatt var fiskivinnunýskipanin samtykt við størst møguligum minniluta, nevniliga 16 atkvøðum av teimum 33, sum eru í Løgtinginum, og 15 vóru ímóti.
Annars heldur Jørgen Niclasen, at tað kundi aldrin hent, at ein tinglimur hjá Fólkaflokkinum gjørdi eina slíka avtalu við samgonguna.