Jørgen Niclasen nýggjur formaður í Fólkaflokkinum

Anfinn Kallsberg heldur at stundin er komin at lata yngri kreftir sleppa framat og hann fer at mæla Fólkaflokkinum til at velja Jørgen Niclasen til nýggjan formann

Gongst sum Anfinn Kallsberg vil, verður tað Jørgen Niclasen, sum skal standa á odda fyri Fólkaflokkinum í Framtíðini.
Anfinn Kallsberg hevur verið formaður í Fólkaflokkinum í nógv ár.
Men tá ið hann leggur frá sær, fer hann at mæla flokkinum til at velja Jørgen Niclasen til nýggjan formann.
Tað hevur leingi verið greitt, at eitt ættarliðsskifti er á veg í fólkaflokkinum.
Av teimum sjey løgtingsmonnunum, eru teir fimm farnir um tey seksti um eitt ár og fleiri av teimum eru farnir at nærkast eftirlønaraldri.
Sjálvur fer formaðurin um tey seksti í heyst
-Tí er tað eisini greitt, at stundin er komin at seta rudda slóð fyri at einum nýggjum formanni í flokkinum at taka við eftir Anfinn Kallsberg.
Og tí hevur dúgliga verið gitt, hvørjir av teimum yngru politikarunum hava bestan møguleikan at taka við eftir Anfinn Kallsberg.
Tað hevur leingi ligið í luftini, at Anfinn Kallsberg ætlar at vísa á Jørgen Niclasen sum sín eftirmann.

Yngri kreftir framat
Fyrsta almenna ábending um, at Anfinn Kallsberg hevur tilnevnt Jørgen Niclasen til krúnprins, fingu vit á landsfundinum í Fólkaflokkinum, tá ið Anfinn Kallsberg mælti flokkinum til at velja Jørgen Niclasen at standa á odda fyri valstríðnum upp undir næsta Løgtingsval, sum verður í seinasta lagi í januar.
Skal hetta takast sum tekin um, at tú ætlar seta Jørgen Niclasen í støðu til at taka við eftir teg?
Nú eri eg ikki einsamallur um at velja formann, tí tað ger ting- og landsstýrismanning í felag.
Og sjálvt um nógv ivast, tvíheldur hann um, at í hesum sambandi vigar hansara meining ikki meiri enn meiningin hjá nøkrum øðrum.
- Men tað er greitt, at vit mugu fara at hugsa um at lata yngri kreftir sleppa framat.
Anfinn Kallsberg sigur, at tá ið hann kom á ting á sinni, hevði Fólkaflokkurin yngstu tingmanning í miðal.
- Nú eru fimm av okkum antin farnir, ella eru við at fara um tey seksti og sostatt er stundin komin at fáa yngri fólk sleppa framat, bæði kvinnum og monnum.
Og skulu vit hugsa um aldurin, eru ikki nógvir møguleikar, skulu vit hava yngri kreftir framat.
Men heldur tú at Jørgen Niclasen hevði verið eitt gott boð upp á ein nýggjan formann?
- Hann er avgjørt eitt gott boð. Hann er ungur, men hevur kortini drúgvar royndir í politikki. Hann hugsar skjótt og hann er ikki skorin fyri tungubandið.
- Men eg havi bara eina atkvøðu, tá ið nýggjur formaður skal veljast, endurtekur hann.
Fer hon til Jørgen Niclasen?
Tað kanst tú meta um eftir tí, eg havi sagt, sigur Anfinn Kallsberg heldur hulisliga.
Men tað er neyvan til at misskilja!!