Tað er positivt, at danskar kvinnur við hækkaðum fosturtøkumarki kunnu fáa longri tíð til at umhugsa, um ein fosturtøka er rætta valið hjá teimum.
Tað heldur danska læknafelagið, sum umboðar flestu læknar í Danmark.
Í dag hevur danska stjórnin saman við fleiri flokkum gjørt eina avtalu um at hækka markið fyri fosturtøku fyri fríðari fosturtøku til 18. viku.
Forkvinnan í danska læknafelagnum, Camilla Ratcke, rósar avtaluni og leggur dent á, at hon millum annað ger mun hjá teimum kvinnum, sum eftir ein fosturdiagnostikk gera av at taka fosturtøkur.
– Hetta er ein rættiliga góð avtala, sum er gjørd. Tað er ein munandi víðkan av møguleikanum hjá kvinnuni sjálv at taka avgerð.
– Vit hava í Læknafelagnum víst á 18 vikur sum eitt gott mark. Tað halda vit serliga við atliti til tær kvinnur, sum veruligu ynskja at vera við barn, men har tað vísir seg at vera eitthvørt galið við fostrinum, sigur Camilla Rathcke.
Í dag eru fosturtøkumarkið við 12. viku. Eitt mark, sum ikki er broytt síðani Danmark fekk fría fosturtøku í 1973.
Men í fleiri førum verður ikki funnið útav, at eitthvørt er galið, fyrr enn eftir 12. viku, sigur Camilla Rathcke.
Tað kann til dømis við eini skanning i 14. ella 15. viku.
– Nú fáa hesar kvinnur tíð og rætt til at umráða seg, hvat tær skulu gera, uttan at tær skulu inn í eitt samráð um avgerðina, sigur forkvinnan í Læknafelagnum.
/ritzau/