Jørgen Niclasen var afturvaldur til formann í Fólkaflokkinum, tá flokkurin hevði árliga landsfundin, ið hesuferð var hildin í Runavík. Jørgen Niclasen hevur sitið sum formaður í Fólkaflokkinum síðan 2007.
Formaðurin í Fólkaflokkinum verður valdur á hvørjum ári á landsfundinum.
Í formansrøðu síni legði Jørgen Niclasen dent á, at veljarin hjá flokkinum nú stendur saman um flokkin. Jørgen Niclasen vísti á, at nýggj veljarakanning, ið Miðflokkurin lat gera, gjørdi Fólkaflokkin til størsta flokk, men hann vísti til varsemi, tí veljarakanningar vísti ikki altíð eitt rætt úrslit. Tó trúði hann uppá, at hon vísti eitt rák, ið fólkafloksfólk kunnu taka til sín.
Jørgen Niclasen segði, at einasti vegur til vøkstur er við at stimbra undir privata fyritakssemi. Vinnan skuldi altíð veksa skjótari enn almennu útreiðslurnar, tí annars vaks búskapurin ikki.
Jørgen Niclasen fanst at sitandi samgongu fyri at kasta alla ábyrgd frá sær við at koyra øll mál í nevnd. Allar nýskipanir blivu koyrdar í nevnd, við tí úrsliti, at einki var komi burturúr enn. Serliga var tað fiskivinnunýskipanin, ið Jørgen Nicalsen segði manglaði undirtøku. Uppboðsølan var blivið eitt haft um beinini á sitandi samgongu, sum ikki fekst undirtøka fyri, men sum tey royndu at koyra ígjøgnum alíkavæl.
Víðari segði Jørgen Niclasen, at seinasta stóra málið hjá samgonguni, Landsbankin og Váðaráðið, einans var ein dýrur symbolpolitikkur hjá samgonguni. Tá samanumkom var tað bert eitt eftirlit afturat, ið einki avrikaði uttan at kosta almennar pengar.